Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Neyðugt við skapandi vinnulívi

- Soleiðis, sum alt sær út hjá okkum í dag, er neyðugt at seta í verk. Vit mugu hava eitt skapandi vinnulív sum grundarlag undir framtíðar vøkstrinum. Hendan ráðstevnan er ein upplagdur liður í hesi stremban, segði Jógvan Arge, tá hann setti íverksetanarráðstevnuna Nebula í Havn í dag.

Nógv fólk møtti á ráðstevnuni, sum tann ungi Halgir Winther Nagata skipaði fyri við fyrilestrarhaldarum frá Íverksetarahúsinum, Vinnuframa,TAKS og grannskoðarum. Fólk í ymsum aldri vístu ráðstevnuni áhuga, og tey ungu smæddust ikki burtur. Ráðstevnan varð hildin í góðum umhvørvi í húsunum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn, segði soleiðis, tá hann setti íverksetarastevnuna:

“Eg eri fegin um sum umboð fyri Tórshavnar kommunu at vera biðin um at siga nøkur orð, nú tit eru komin til Íverksetanarráðstevnuna Nebula. Tað er ikki hissini heiti ráðstevnan hevur fingið, og eg hugsi, at her kann ikki annað, enn gott spyrjast burturúr.

Heitið Nebula hevur kosmiskan íblástur. Úr hesi frumtokuni varð okkara sólarskipan til, og hjá tí nýbyrjaða íverksetaranum man vegurin frá hugskoti til spíra til vinnu og avkast ikki so sjáldan kunna samanberast við eina skapandi ferð, har tú ikki altíð veitst, hvar tú endar.

Í vinnuætlanum og útbúgvingarætlanum hjá landi og kommunum er hesi seinastu árini serligur dentur lagdur á gransking og nýskapan, og eisini íverksetan. Skal vinnulív okkara fjøltáttast, og skal samfelagið hava búskaparvøkstur, sum er fortreyt fyri vælferð og fólkavøkstri, er íverksetan ein týdningarmikil táttur.

Kemur ikki av sær sjálvum

Ikki tí, íverksetarar hava altíð verið. Vit kunnu nevna uppí rúgvur av dugnaligum føroyskum íverksetarum bara síðstu fimmti árini innan nógvar vinnugreinar. Men avgerandi er, at hvørt ættarlið hevur hesa skapandi ella íverksetandi drívmegi í sær.

Tað gamla orðatakið um, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, sigur nakað um hesa drívmegi, men sigur samstundis eisini nakað um, at henda drívmegin kann vikna – at vit kunnu gerast dølsk. Og tað má ikki henda.

Tí er tað gott, at so stórur dentur verður lagdur á íverksetan serliga millum tey ungu og í skúlunum. Eg ivist ikki í, at hetta elvir til áræði hjá teimum av okkara ungu, sum vilja dyrka síni kreativu evni, sum hava hugskot og síggja nýggjar møguleikar - eisini í tí, sum er kent frammanundan.

Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Einki lið í tilgongdini frá hugskoti til veruleika er lætt. Tað er nógv at krevja av einum íverkseta, at hann bæði skal vera hugskotsmennari, framleiðari, stjóri, bókhaldari, sølumaður, íleggjari og marknaðarleiðari. Og tað er ikki nóg mikið, at vit sum samfelag bara skulu halda, at hetta man fara at ganga av sær sjálvum.

Neyðugt við skapandi vinnulívi

Hendan ráðstevnan er ætlað sum ein hjálp til nakað av hesum. Til dømis: Hvussu byrjar tú? Hvussu fært tú fígging? Skal eg stovna fyritøku? Skal eg vera einsamallur um alt? Og so framvegis.

Tað frøir meg almikið, at ungar kreftir taka stig til slíkt átak sum hetta. Fegnist eisini um, at vit í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs kundu taka lut og stuðla hesum viðkomandi átaki peningaliga.

Hetta er í fullum samsvari við tær visjónir, býráðið hevur lagt fyri menningina av hesum býi og landi. Vóni, at ráðstevnan Nebula fer at geva tykkum komandi íverksetarum og øðrum áhugaðum íblástur og svar svar upp á teir spurningr, sum tit tráa eftir at fáa svaraðar.

Soleiðis, sum alt sær út hjá okkum í hesum tíðum, so er neyðugt at seta í verk, skula vit taka okkum fram á leið. Tað er neyðugt hjá okkum at hava eitt skapandi vinnulív sum grundarlag undir framtíðar vøkstrinum, og hendan ráðstevnan er ein upplagdur liður í hesi stremban.

Við hesum orðum fari eg at seta ráðstevnuna og ynskja tykkum ein góðan dag og hepna hond í framtíðini.”

---