Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Neyðugt at styrkja viðurskiftini við Suðurkorea

Greiða málið er at styrkja munandi um okkara viðurskifti við Suðurkorea.

Tað var boðskapurin hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, tá ið hon í gjáramorgun var á fundi við Youngrok Choi, suðurkoreanska vararáðharran í skatta- og tollmálum.

Landsstýriskvinnan vísti millum annað, at málið hjá landsstýrinum er fáa ein fríhandilssáttmála í lag við Suðurkorea, sum er ein av størstu marknaðunum fyri fiskavørur. Føroyar hava rættiliga avmarkaðan útflutning til Suðurkorea. Fyrsta stigið er tí at lækka tollin á fiskavørum, so tað verður lættari hjá føroyskum útflytarum at selja sínar vørur til Suðurkorea.

Kristina Háfoss kunnaði eisini suðurkoreanska vararáðharran um føroyska búskapin, og at Føroyar nú eru sjálvstøðugur limur í Global Forum, har Suðurkorea eisini er limur.  

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er í gjár vertur hjá suðurkoreanska vararáðharranum í skatta – og tollmálum. Tey skulu fyrrapartin hitta Vinnuhúsið, har Varðin Pelagic fer at hava eina framløgu.

Eftir tað vitja tey alifyritøkuna Bakkafrost.