Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Neyðugar broytingar krevja av tær, at tú kallar ein spaka fyri ein spaka

Tú skalt ongantíð bukka og biðja um umbering fyri, at tú stóð, júst har tú stóð ella stendur, tá makthavarin ella umboðsmaður hansara geva tær eitt spark.

Tey undirbrotligu eru í lívsins harða skúla lærd til slikka uppeftir, men at sparka niðureftir, um tey sjálvi skulu fáa sum mest burturúr. Ein sera ljót praksis, ið niðurbrýtur virðingina fyri tí einstaka og fyri somu rættindum og skyldum. Og kenda 'Del og hersk' prinsippið, sum danir kalla tað, gerst virkið. Makthavararnir fáa buktina og báðar endarnar og kunnu spæla ymisku bólkarnir út ímóti hvørjum øðrum.

Vit eiga heldur at forða fyri spjaðingi og at uppbyggja eitt sterkt samanhald, tí so kunnu vit fremja 'mangt eitt roysnisverki', sum tikið verður til í sanginum: 'Saman at halda, var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr er blivið'.

Og óansæð ljótu, illoyalu og kúgandi atferðina - verður nú sagt - at vit skulu vera positiv:

”Takk fyri sparkið, tað føldist einastandandi væl, at tú heilsaði uppá meg aftanífrá. Skuldi tað verið eina aðru ferð, so standi eg fegin til taks, nær og hvar tað skal vera”.

Slikka og sparka er greið myndatala, hvørs veruliga innihald - í yvirførdum týdningi - er gerandiskostur millum fólk á teim ymsu rókunum í gerandis - og arbeiðslívinum, hóast dagligi sjónleikurin gevur ta fatan, at full virðing, rættvísi og javnstøða mest sum eru ein sjálvfylgja millum stættirnar í Føroyum. Tí her valdar friður og nøgdsemi, og her verður jú í takksemi bukka, slikka og takka hóast tey tíðint verður sparkað. Vit stóðu bert á skeivum stað til skeiva tíð, verður umberandi - og sera 'poitivt' - sagt. Og soleiðis sleppur órætturin at halda áfram.

Tey fáu, ið tora at sláa nevan í borðið og seta makthavararnar upp á pláss, verða í breiðum høpi skýrd negativir kværulantar og kunnu risikera at missa starvið. Hetta eru annars tey, sum í orði og gerðum geva útrykk fyri, at nokk er nokk, og síðani eru við til at mobilisera fjøldina til stríð móti makthavarunum við krøvum um virðing, fyri jøvnum rættindum og góðum arbeiðskorum fyri fólkið, ið annars einans verða vird sum makthavaranna neyðuga arbeiðskraft, sum vinnast skal mest møguligt burturúr, og sum av somu orsøk skal gjaldast so lítið fyri sum møguligt.

Vert er at leggja sær í geyma, at tann kúgandi og útnyttandi maktin eisini kann - og ger tað tíðint – eins og í ævintýrunum – skifta ham eftir tørvi. Stundum er hon í kapitalistahami, stundum neutral á at líta, stundum í spekulantabúna, og stundum vísir hon seg sum íspegil og ofta sum ein sleiskur politikari, men altíð við somu ætlan: at misinformera, útnytta og kúga so mong sum møguligt, so nógv sum møguligt.

Og í allarflestu førum villleiðir pátikni skorturin, - sum eisini mangan hevur eitt vællíknandi einglasnýði -, hvør ið faktisk fjalir seg handan skortin, so mangur verður lumpaður av útsjóndini og føgru orðunum, ið hava eittans endamál: at snara so mong sum møguligt um lítla fingurin og annars líðandi misnýta tey fyri egnan vinning. Ikki er lætt at hava við at gera, men tryggast er altíð at hava skálkin við teimum. Og best er eisini at brúka bæði reim og seðlar, tá teir liggja framvið eftir fongi, tí annars kann mann vera buksuleysur, áðrenn mann veit av.

Sjálvandi eiga vit at vera positiv, tala væl um og enntá rósa teimum, ið hava tað uppiborið. Men knýtti nevin eigur at vera á lofti, tá svik og svindil, kúgan og manipulatión verða avdúkað og gerast sjónlig. Ongin ivi um tað.

Vit vita eisini, at tað eru nógvir úlvar í seyðaskinnum. Men langt í frá øll vita ella geva sær far um, at mangir við hornum og hala, og sum eisini halda tey væl fjald, geva seg út fyri at hoyra heima ímillum tey útvaldu. Og á henda hátt fáa tey nógv betri møguleikar fyri at fremja órættvísi, so tey sjálvi kunna skaffa sær og sínum framíhjárætt og ríkidømi.

Skortarnir eiga at verða skræddir av teimum, og síðani eiga tey í stundini at verða víst vetrarvegin, so teirra skaðavirksemi kann verða steðgað. Í einum filmi, har onkur spældi Pætur apostul, sá eg – fyri mongum árum síðani – men eg gloymi tað aldrin aftur – at Pætur varð sligin hart á annan kjálkan og síðani háðaður við orðunum:

” Og nú eigur tú at gera, sum Meistari tín lærdi tykkum, at venda hin kjálkan til”. Pætur vendi lýðin hin kjálkan til, og so brast næsta slagið. Í somu løtu snaraði Pætur sær á, í tí hann segði: ” Men so stendur heldur ikki meira,” og síðani bumbaði hann teir, ið høvdu háða og sligið hann.

So stendur ikki meira, segði Pætur, og tað eiga vit eisini at siga aftaná spørkini, vit fáa so ella so. Og óansæð spørk, kúgan og háðan, so eigur stríðið fyri rættvísi, fyri javnrættindum og fyri brøðra- og systralagi at verða lyft upp gjøgnum røkurnar og standa við og harðna, til vit eru komin á mál.

Og tástaðni - tá slagið er vunnið - verður tað bæði lætt, rætt og rímuligt at verða bæði vinarligur og positivur og sum eina sjálvfylgju at verða nakað fyri hvørjum øðrum.

Dagfinnur Danbjørg.