
Neyðtøkuroynd – søkt verður eftir vitnum
Í samband við eina fráboðan um neyðtøkuroynd, leitar politiið eftir vitnum.Ein ung kvinna bleiv mikukvøldið um miðnáttarleitið álopin aftanífrá, har gerningsmaðurin koyrdi kvinnuma um koll og føldi uppá hana uttan á klæðunum.
Hendingin fór fram aftanfyri Sjónleikarhúsið í Tórshavn í tíðarskeiðnum mikukvøldið 30. september millum kl. 23:00 til kl. 00:30.
Hon rópti og bardist so mikið ímóti, at maðurin at enda steðgaði. Eftir hetta stakk maðurin av.
Kvinnan lýsir mannin at verða: 18-25 ár, 175-185 cm høgur, og vanliga til spinkult bygdur. Hann hevur stutt, myrkt hár og var í myrkum jakka, myrkum cowboybuksum og svørtum skóm.
Um onkur veit um málið at siga, ella hevur sæð onkran í økinum frá Steinatúni niðan til og rundan um Sjónleikarhúsið, sum samsvarar við lýsingina av manninum, verða tey vinarliga biðin um at seta seg í samband við politiið á tlf. 351448.