Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Neyðars eystringar!

Nú er mikið rok um at gera undirsjóvartunnil millum Nes og Hvítanes.

Sjálvur kenni eg eina ávísa ábyrgd í hesum máli, tí eg var tann fyrsti at koma alment fram við uppskoti um at gera undirsjóvartunlar í Føroyum. Í fýra blaðgreinum gjørdi eg vart við, at tað vóru fýra tunlar, sum tørvur var á fyri at binda Føroyar saman og gera okkum til eina kappingarføra eind í altjóðasamfelagnum. Hesir fýra tunlar vóru ein vesturtunnil, ein norðurtunnil og tveir suðurtunlar, tann fyrri til Sandoynna og hin til Suðuroynna. Eg helt, at best var at vit fíggjaðu hesar tunlar á sama hátt sum vit fíggjaðu alla aðra vegagerð. So sluppu vit undan at krevja serligt gjald fyri at koyra vegastrekkið gjøgnum tunlarnar. Eitt slíkt gjald var skaðiligt. Tað hevði gjørt, at tey sum koyrdu, fóru at aftra seg nakað fyri at nýta tunlarnar, og harvið kom samfelag okkara ikki at fáa nóg nógv gagn burtur úr tí stóru íløgu, sum vit høvdu gjørt í henda partin av okkara vegakervi.

Sum frá leið varð tikið undir við uppskoti mínum um at gera undirsjóvartunlar, og teir tveir fyrstu eru komnir. Teir hava verið veldug framstig, ikki bert fyri vestur- og norðurøkini í Føroyum, men fyri øll tey sum hava tørv á at koma til og frá. Men tíverri var so stór mótstøða móti hesum gagnligu verkætlanum, at tær bara kundu koma ígjøgnum løgtingið við at serligt bummgjald varð lagt á øll tey, sum skuldu nýta hesi vegastrekki.

Var hetta gjørt av tí at vit annars ikki høvdu havt ráð til hesar útbyggingar?

Ein fyrrverandi fíggjarmálaráðharri okkara var herfyri í fjølmiðlunum og vísti á, at alt okkara vegakervi fekk umleið 200 milliónir krónur um árið til rakstur og íløgur. Samstundis fekk landið umleið tað dupulta inn í øllum teimum gjøldum, sum akfør gjalda. Her er ikki bert talan um veggjøld, men eisini um innflutningsgjøld av akførum og gjøld fyri brennievni og harafturat kemur meirvirðisgjald. Øll hesi gjøld eru brúkaragjøld fyri at nýta vegirnar í Føroyum. Bileigarar gjalda sostatt tað dupulta av tí, sum teir vegir kosta, sum teir koyra á.

Siga vit, at vit ikki hava ráð til at útbyggja okkara samferðslukervi, er tað tí, at játtandi myndugleikar okkara raðfesta at nýta hesa meirinntøkuna av brúkaragjaldinum til annað enn eitt gott samferðslukervi. Teir vilja heldur sjálvir fáa sær tað, bileigararnir lata ov nógv, enn síggja til at vegakervi okkara er tíðarbært.

Við øðrum orðum verður eitt gott samferðslukervi raðfest so lágt, at vit, hóast tað hevði borið til at gjørt vestur- og norðurtunnilin fyrr, tá bert bjóðaðu hesum landspørtum eitt vánaligt ferjusamband. Framvegis hava vit ikki annað at bjóða øllum suðurøkinum í Føroyum, og tað er ein vanærilig skomm. Tey, sum búgva sunnan fyri Skopunafjørð, eru jú eisini við til at gjalda tað ovurhondsstóra ferðslunýtslugjaldið.

Hetta er fullkomuliga burturvið, og tað er ótrúligt, at henda eyðræning av okkara bileigarum hevur staðið við so leingi.

Tað er tó bert ein spuningur um tíð, til hetta verður avtikið. Alt bendir á, at hesin dagur nærkast í stórum. Nú er skuldin í vestur- og norðurtunlunum næstan niðurgoldin. Tað verður alt meir átrokandi at fáa gjørt suðurleiðina, og har er tað so opinberliga ørt at fara at hugsa um tunnilsgjald, at tað valla fer at koma upp á tal.

Vit kunnu tí skjótt koma til, at vit kunnu koyra eftir okkara vegakervi uttan at hava ampa av at vit á nøkrum strekkjum skulu gjalda eykagjald.

Hetta hava vit ráð til. Eisini hava vit ráð til at útbyggja vegakervið soleiðis at tað verður tryggari.

Í so máta hevur landsverk herfyri gjørt okkum øllum ein stóran beina. Í sambandi við tunnilin millum Suðuroynna og Sandoynna hevur stovnurin gjørt vart við, at tað av trygdarávum er neyðugt at hava tveir tunlar. Øll tey, sum hava fylgt við, hava leingi vitað, at hetta ikki bert er neyðugt at hava til Suðuroyar, men eisini alla aðrastaðni, har vit hava undirsjóvartunlar.

Hava vit bert ein tunnil, kann altíð okkurt henda, sum ger at eingin ferðsla kann koma ígjøgnum hann í langa tíð, og tann partur av samfelagnum, sum bert hevur henda eina tunnilin at duva uppá, verður lagt fullkomuliga lamið. Hetta kunnu vit ikki lata okkum lynda.

Fyri nøkrum árum síðani hendi ein vanlukka við Leynatunnilin. Ein bussur við ferðafólki kom koyrandi gjøgnum henda stutta tunnilin. Bilførarin legði merki til, at eldur var komin í. Hann var so dugnaligur, at í staðin fyri at støðga at hyggja eftir hvat ið áfatt var, setti hann ferðina upp, og tá hann var komin út um tunnilin koyrdi hann bussin til viks og bað ferðafólkini fara úr bussinum. Eingin mannskaði var. Løtu seinni stóð bussurin í ljósum loga.

Tað, sum her hendi, var møguliga, at olja var likin niður á eitt heitt rør og eldur var komin í. Eftir tí teir kønu siga frá, er hetta nakað sum aldri kann útilokast. Tað ringasta, ið henda kann í einum undirsjóvartunli, er sjávsagt, at ein slíkt bál fer at loga so nær pumpustøðini, at hon verður oyðiløgd. So kann tað taka langa tíð at fáa ferðsluna í rættlag aftur. Tá er tað sera umráðandi at vit hava ein annan undirsjóvartunnil til at taka. Í tí dagliga er størsti fyrimunurin við at hava tveir tunlar, at vit kunnu hava einvegis ferðslu gjøgnum teir, og at tað fer at vera lættari at gera umvælingar, tí tað fer at bera til at beina ferðsluna hina leiðina.

Nú er so upp á tal at gera ein undirsjóvartunnil við bummgjaldi millum Nes og Hvítanes. Landsstýrið fer at leggja uppskot fyri tingið, og hóast ikki allir smálutir eru almennir, er eingin ivi um, at her verður neyðugt hjá brúkarunum at gjalda í mong ár.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at meðan tað verður ókeypis at koyra á øllum hinum vegakervi okkara, skulu tey, sum hava ta vanlagnu at noyðast at nýta hendan tunnil, dragast við eitt gjald, sum øll onnur sleppa undan. Men tey sleppa ikki undan at gjalda tað vanliga gjaldið til alt vegakervið í Føroyum. Bileigarar, sum nýta henda tunnil, skulu tí umframt at gjalda fyri hann, eisini gjalda til allar aðrar vegir og tunlar í Føroyum!

Teir neyðars eystringar koma tí at gjalda ein eykaskatt. Hervið koma teir at gjalda meir enn aðrir føroyingar til samferðslukervið, og hesin skattur verður upp á fleiri milliardir krónur tilsamans.

Okkurt hevði Gøtutróndur sagt um hann hevði fingið hetta at vita!

Zakarias Wang