Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pidda-gølan: Nú hevur ákærin trupulleikar við einum pinnstívum líki

Úr arkivinum: Púrasta óhoyrt, hevur ákærin, Linde Hesselberg, nú broytt ákæruritið í samband við drápsmálið, tó at øll vitnini eru avhoyrd. At panikkur er í ákæruvaldinum er heldur ongin ivi um.

Linde Hesselberg, sigur nú, at Piddi er dripin innanfyri fáar sekundir, og ikki aftaná klokkan 03:12 fríggjamorgunin 4. november 2011. T.v.s., at tann persónurin, sum pástaðið verður, at Piddi tosaði við hesa fátálu løtuna, átti at hoyrt slagið frá pannuni, men hesin hevur givið frágreiðing til rættin, men onki kom fram um at viðkomandi hevði hoyrt nakað slag, og hann hoyrdi heldur ikki annað enn murr og tvætl í hinum endanum, og tað kann sum kunnugt hava verið hvør sum helst.

Her fær ákæruvaldið fyrst stórar trupulleikar av, at kroatin hevur arbeitt til klokkan 24, sum kann prógvast, og hevur aftaná hetta koyrt ”skúlakoyring” við dóttir Duritu. Seinni er kroatin á Facebook, og har ynskir Durita honum góða nátt, sum ákæruvaldið sjálvt hevur staðfest í rættinum.

Harnæst kemur, at nýggja tíðarætlanin hjá ákæruvaldinum, ger tað ómøguligt at flyta Pidda um morgunin, tí tá er Piddi so líkstívur, at hann ómøguliga kann fáast inn í bilin um morgunin, tá ákæruvaldið heldur uppá, at kroatin, aftaná at hava koyrt børnini hjá Duritu til skúlan við Løkin, hevur koyrt líkið í Norðoyatunnilin.

Tað ber ikki til við einum pinn-stívum líki.