Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Alment svar til Landsbókasavnið viðvíkjandi Fjørufólkið

Hetta er mítt almenna svar til hesa umbøn frá Landsbókasavninum um ókeypis eintøk av Fjørufólkið.

Fyrst av øllum takk fyri skrivið, tað frøðir meg at Landsbókasavnið hevur áhuga í søgu mínari Fjørufólkið.

Næst vil eg beina vegin sípa til at fylgjandi svar er uppá ongan máta persónliga rættað ímóti nøkrum, men ein avleiðing av at tann prentaða bókin er á veg í søguna og lóggevarar og onnur ikki heilt hava fylgt við tíðini og innsæð hvønn leiklut og hvussu tey skulu røkta hendan leiklutin í tí 21'unda árhundraðinum, av tí at tey enn eru fangað í ótíðarhóskandi lóggeving, sum ikki hevur skilt tær broytingar sum eru farnar fram í heiminum síðan alnótin var borin í heim.

Hereftir vil eg vísa til at eingin beinleiðis sendur mailur til hesa adressuna verður svaraður - Eitt automatiskt filtur tveitur burt allan post sum ikki kemur inn gjøgnum røttu kanalina - i.e. mail formurin á heimasíðuni.

So er tað mailurin, tað er uppa nógvar mátar ein áhugaverdur mailur, men eg sigi nei til tykkara, tí eg haldi at tit fara fullkomuliga skeiv í skrivi tykkara, hetta tí at tit kanska ikki eru vitandi, um at hetta er ein sera ørvísi útgávuhættur enn nakað sum tit fyrr hava rent tykkum í.

Tit siga millum annað.

“Í samband vit at tú hevur givið út bók, so fari eg at minna á at tey ið geva út bøkur hava skyldu til at lata Føroya Landsbókasavni 4 eintøk av bókunum.”

Ja rætt um eg var ein Føroyskur høvundur, við bústaði og forlagi í Føroyum.

Men eg fari at geva tykkum noktandi svar viðvíkjandi umbøn tykkara at fáa bókina sendandi við fylgjandi grundgeving.

1) Eg eri ikki búsitandi í Føroyum!

2) Eg reki ikki eitt Føroykst forlag!

3) Grundútgávan er ein elektronisk bók

4) Seinast eg kannaði hevur Føroyar ikki valdsrætt á alnótini, ikki ein gang ST (United Nations) hevur megnað at fingið sær valdsrætt á henni.

5) Mín søga/bók Fjørufólkið er ikki útgivin innan Føroyskum valdsøkji, ella fyri tað skyld innan fyri tær Sameindu Europeisku Tjóðinar (EU)

Tað er umráðandi at tit skilja at eg geri hetta ikki fyri at verða ósamstarvsvilligur.

Tit eru vælkomin at gera sum øll onnur hava rætt til og heinta bókina á alnótini.

Hon er fullkomuliga ókeypis fyri tykkum og tit kunnu gera líka so nógv eintøk av henni sum tit hava hug, við teimum avmarkingunum sum Creative Commons Licensurin, hon er løgd á álnótnia undir, áleggur tykkum.

So tit skullu sleppa undan at Googla hvar bókin liggur her er ein leinkja: http://einarpetersen.com/doku.php?id=fjordufolkid

Eg vóni at tykkum dámar søguna.

So niðurstøðan er, at skulu tit hava eitt ella fleiri prenta eintøk sendandi til Føroyar, mugu tit gera akkurat sum øll onnur sum vilja hava bókina nevniliga gjalda fyri hana.

Eg haldi faktiskt eisini at hetta hevði verði høvðiskt ímóti teimum Føroysku rithøvundunum og forløg sum geva bøkur út í Føroyum, tí tey eru við til at tryggja livirættin fyri bæði Landsbókasavnið og tey Føroysku bókasøvnini og Føroysku tjóðina.

Uttan hesar høvundar var Føroykst eitt deytt mál.

Eg vóni at tit skilja hetta er ikki tí eg ikki vil eftirkoma Føroyska lóg, eg eri bara ikki bundin av henni, við hesari útgávuna við tað at hon ikki er gjørd í Føroyum og eg vil undirstrika at tað eru fólk sjálvi sum innflyta søguna/bókina til Føroyar.

Eg vænti tó at tit eru meiri enn nøgd við tað elektroniska eintakið, tí tað sparir tykkum alt arbeiði við at digitalisera bókina til eftirtíðina og harvið hava tit longu spart fitt av pengum.

Eg fari at enda at heita á Landsbókasavniðum at heita á Føroysku politikkararnar eins og eg hervið vil heita á teir, um at syrgja fyri at tit fáa pening at gjalda Føroyskum høvðundum og Føroyskum forløgum, umframt onnur ið útgeva Føroykst frumtilfar, fyri at Landsbókasavnið kann fáa ráð at gjalda fyri og tryggja 4 eintøk av tí frumtilfari sum Landsbókasavnið nú einaferð hevur skyldu til at varðveita og soleiðis verða við til ikki bert at stuðla varðveitsluna av Føroyskari mentan, men verða við til at tryggja eitt livandi Føroykst mentunarlív!

Vinaliga 

Einar Petersen