Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ákæruvaldið svikar við teknisku prógvunum í Pidda-gøluni

Pidda-gølan úr arkivinum: Í kvøld skal Einglapressan geva sær og sínum virðislønir fyri journalistiskt avrik og dirvi. Vert er at minna fólk á, hvat hetta er fyri ein pressa, hvørs umboð valdu, ella vóru biðin at fara úr rættinum, tá teknisku prógvini skuldu viðgerast í nevningatinginum.

Sambært donsku serfrøðingunum var Piddi drigin inn á baksetrið á Skoda-Fabia bilinum. Hann kom soleiðis at liggja við høvdinum niður í dúrkinum, og har var blóð allastaðni.

Tað, sum hinvegin er sera áhugavert, er, at óvanliga nógv av blóði var funnið á passasersetrinum í Skoda-Fabia bilinum framman. Blóð var eftir allari hurðasíðuni, á handtøkunum og í dúrkinum passasermegin. Og vit fáa at vita, at blóðdropar eru á høgru síðu á gearstongini, sum passaserurin situr.

Tá vit so venda eyguni yvirum – har, sum sjaførarurin situr, nú manglar blóð á vinstru síðu á gearstongini. Einki blóð er í sjafør- hurðuni ella á handtøkunum, og onki blóð er á pedalunum í Skota-Fabia bilinum.

Tað, sum kann undra er, at pedalurnar hava ikki verið reingjørdar, men at heldur ongar tekniskar kanningar eru gjørdar av pedalunum, tó at hetta  kundi víst, hvørjir skógvar vóru brúktir, og hvør átti teir. Hetta vísir greitt, at meira enn ein persónur var í Skoda-Fabia bilinum, tá Piddi, sambært løgregluni, skuldi fraktast víðari úr Norðoya tunnlinum.

Hevur kroatin verið í Skoda-Fabia bilinum, so vísa teknisku prógvini, at hann ómøguliga kann hava verið einsamallur!!

Hvat er tað, sum ákæruvaldið krógvar, tá neyðugt er at svika við teknisku prógvunum í Piddagøluni?