Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skipað

Eftir at IRF, sum er eitt av teimum fýra limafeløgnum í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hevði aðalfund í morgun, og greitt var, hvør skuldi umboða felagsskapin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, varð nýggja nevndin sambært viðtøkum felagsins skipað seinnapartin.

Limafeløgini í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum eru: Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Elfelagið SEV og Renovatiónsfelagskapurin IRF. Nevndarlimirnir eru seks í tali og sessirnir eru býttir soleiðis, at Kommunufeløgini hava tvey umboð hvør í nevndini, og SEV og IRF hava hvør sítt umboð.

Umboð, sum eru vald í nevndina hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum eru:

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, umboðandi Kommunusamskipan Føroya

Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og André Fredriksberg Danielsen, kommunustýrislimur, umboðandi Føroya Kommunufelag

Bogi Bendtsen, deildarstjóri fyri fyrisitingina, umboðandi SEV og

Poul Andrias Joensen, stjóri, umboðandi IRF

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur skipað seg við Heðini Mortensen sum formanni og Paula Trónd Petersen sum næstformanni.