
Nevndin í Arkitektafelag Føroya: Frá vinstru Hanna Eriksen skrivari, Svend Sivertsen formaður, Magni Dalsgaard kassameistari og næstformaður.
Nevndin í Arkitektafelag Føroya hevur skipað seg
Tíðindaskriv:
Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín tann 28. september.
Á aðalfundinum varð Svend Sivertsen afturvaldur sum formaður.
Á aðalfundinum varð eisini Hanna Eriksen vald í nevndina fyri 2 ár. Magni Dalsgaard varð valdur á ársaðalfundinum í fjør fyri 2 ár og heldur sostatt fram í nevndini 1 ár afturat.
Á nevndarfundi tann 10. oktober skipaði nevndin seg við Honnu Eriksen sum skrivara og Magna Dalsgaard sum kassameistara og næstformann.
Tiltakslimir í nevndini eru Bárður í Baianstovu og Meduna Dalsgaard.