Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nevndarvalið í SEV skal umskipast

SEV-nevndin skal tilevna eitt uppskot um, hvussu nevndarvalið kann fara fram á einum breiðari grundarlagi. Tað samtykti eykaaðalfundurin í elfelagnum í dag.

Avbjóðingarnar eru nógvar, og tí vil SEV tryggja sær fjølbroyttar nevndarførleikar Eigararnir í SEV – t.e. kommunurnar – hava álagt nevndini at evna til eitt uppskot til viðtøkubroytingar um, at nevndarvalið í elfelagnum skal fara fram á einum breiðari grundarlagi, soleiðis at serfrøðingar eisini kunnu taka sæti í SEV-nevndini. Endamálið er at fáa størri fjølbroytni í nevndina í SEV, sum vanliga fyrst og fremst hevur verið mannað við kommunupolitikarum.

Veitingarskylda, støðug streymveiting, høgir oljuprísir og umhvørvisvernd eru stórur partur av dagligu avbjóðingunum hjá SEV, tí ynskir felagið at skipa nevndarvalið av nýggjum, soleiðis at best møguliga nevndarsamansetingin fæst burturúr. Miðað verður eftir eini skipan, ið fær til vega bestu nevndarførleikar, men sum kortini ikki útihýsir kommunupolitikarum.

Málið var lagt fyri eykaaðalfundin, eftir at nevndin hevur kannað og mett um málið síðani aðalfundin í apríl, tá ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, legði hugskotið fram. Eigararnir fingu høvi at siga sína hugsan um hesi viðurskifti á eini hoyring síðst í september, og í dag samtykti eykaaðalfundurin so, at nevndin skal leggja fram uppskot um umskipan av nevndarvali fram á óformligum eigarafundi í mars. Sostatt verður møguligt at taka endaliga støðu til málið á aðalfundinum í apríl 2014.

Nýggja skipanin verður væntandi grundað á ein tilráðingarbólk, sum verður settur at meta um førleikarnar hjá nevndarlimum, ið kunnu verða viðkomandi og góðir at hava í nevndini í SEV. Tilráðingarbólkurin letur aðalfundinum sítt uppskot, tá ið nevndarval er á skránni fjórðahvørt ár og annars eftir tørvi. Tilráðingarbólkurin ger tilmæli um nevndarlim og varalim fyri hvørt økið sær, eins og bólkurin eisini leggur fram uppskot um nevndarsamsýning. Ætlanin er, at nevndin framhaldandi telur sjey limir.

Tilráðingarbólkurin skal grunda tilmælini á, at nevndin sum heild hevur royndir innan nevndararbeiði og leiðslu, og at nevndarlimirnir harumframt hava innlit í vinnulív, fíggjarlig viðurskifti og elveitingarøkið – harundir teknisk viðurskifti og brúkara- og samfelagsviðurskifti. Tey sjey kommunuøkini skulu hoyrast, tá ið tilráðingarbólkurin fyrireikar síni tilmæli at leggja fyri aðalfundin.

Aðalfundurin velur tilráðingarbólkin, sum ætlandi skal hava tríggjar limir. Bólkurin arbeiðir eftir einum arbeiðssetningi, sum aðalfundurin hevur samtykt. Aðalfundurin ásetir eisini samsýningina til tilráðingarbólkin.

Kommunurnar eru í høvuðsheitum samdar um, at hetta er gongda leiðin, sum nevndin skal arbeiða víðari við. Nýggja skipanin kemur ætlandi í gildi í seinasta lagi tann 1. januar 2017, soleiðis at skipanin virkar, tá ið kommunuval hevur verið næstu ferð, og harvið regluligt nevndarval aftur er á skránni. Elfelagið SEV er interkommunalur felagsskapur, og tí er tað ein treyt, at landsstýrið góðkennir nýggju skipanina, áðrenn hon verður sett í gildi.

Tey sjey kommunuøkini í SEV eru býtt eftir sýslum. Eftir verandi skipan velja Vága, Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar sýslur hvør sín lim í nevndina.

Suðuroyggin velur ein lim, og Tórshavnar kommuna velur ein lim í nevndina.