Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nevndarsessir hjá Anniku Olsen

Nú Annika Olsen valdi at taka farloyvi og at siga formanssessin í Fíggjarnevndini frá sær, havi eg hugt eitt sindur eftir hesum lógum.

Undirritaði er ikki advokatur. Eg havi gingi til grundskeið í lóg og bestaði roynd og havi gingi til fyrisitingarlóg men ikki verið til roynd. Tað er sjálvandi als ikki tað sama sum at verða advokatur. Tó loyvi eg mær at gera hesar viðmerkingar.

Skjótt sagt er hetta áhugavert, tí meirilutin á løgtingi samstundis er broyttur og tí er ymiskt hvat tænir ymiskum flokkum, andstøðu og samgongu best.

Fyrst kunnu vit staðfesta at í tingskipanini § 27 stendur, at tinglimir hava skyldu at taka við nevndarvali. Tí kunnu vit eisini staðfesta, at tinglimir kunnu ikki sjálvir siga seg úr einari tingnevnd!! Tí ber sambært § 27 ikki til hjá Anniku Olsen at siga seg úr Fíggjarnevndini. Tingformaðurin, ivaleyst eftir ráðføring við umsitingina, vísur til § 26 í Tingskipanini. Har stendur: Verður nevndarsessur leysur av tí, at nevndarlimur gerst løgmaður, landsstýrismaður ella fer frá av aðrari orsøk......Sama er galdandi, tá onnur val hava samband við, at nevndarlimur gerst løgmaður, landsstýrismaður ella av aðrari orsøk leggur tingsessin frá sær.

Hetta verður tulka sum at skyldan at taka við vali samb. § 27 ikki skal takast fyri fult. Tí ”aðrari orsøk” kann jú verða hvat sum helst. Men fyri at vita hvat meinast við aðrari orsøk í § 26 noyðast vit at fara í viðmerkingarnar til lógina. Í viðmerkingunum til lógina frá apríl 1999 síggja vit, at tá talan er um at siga sessin frá sær, tí tingmaður gerst løgmaður ella landsstýrismaður er tað skyldan samb. § 32 í Stýrisskipanarlógini at siga tingsessin og harvið nevndarsessir frá sær. 

Stýrisskipanin er omanfyri tingskipanina. So tað er púra greitt. Síðan siga viðmerkingarnar einans um tingmaður doyr. Tí ber illa til at tulka ”aðrari orsøk” sum okkurt tilsvarandi sum at doyggja. Tað meti eg skal tulkast sum: 

At blíva statsborgari í øðrum landi. Flyta av landinum. Dóm í rættinum av ”ávísari stødd” so ein ikki er egnaður at verða tinglimur. Altso okkurt heilt ógvusligt, har í roknast má fyri rættiliga vist, at viðkomandi ongantíð aftur kemur í tingsessin. Sí eisini § 62 í Tingskipanini. Viðmerkingarnar nevna einki um at tinglimur mótsatt § 27 sjálvur kann siga sessin frá sær.

At tulka hetta sum at tað gevur heimild, at siga nevndarsess frá sær, er ein sera breið tulking, sum krevur nakað væl av teksti sum grundgeving.

At tulka á hendan hátt gevur eisini ein møguleika at umganga at ein flokkur/eykamaður fær tað sum honum tilkemur. Á hendan hátt ber til, sum í hesum føri, at tinglimurin, sum sigur sessin frá sær, fær hann aftur á sama hátt sama dag sum viðkomandi kemur aftur úr farloyvi!! Tað kann ikki vera meiningin. Hetta opnar jú fyri taktiskari hugsan. Hetta er beinleiðis at ganga uttanum § 27a. Og tað ger tað eisini møguligt innanfyri valbólkar at býta um nevndarsessir. 

Og tað er í stríð við viðmerkingarnar til § 27 um kontinuitet. Og øll valskipanin leggur jú upp til at vit hava flokkar. 

Um ein tingmaður við t.d. 200 atkvøðum og 785 listaatkvøðum skiftur flokk, so skeiklar hetta demokratiið við at taka vald frá hesum flokki og næsta persóni á listanum. Meiningin við at hava flokkar er væl saktans at næsti persónur á listanum hevur umleið somu meining sum tann sum fer í farloyvi, hóast tað kann tykjast øðrvísi í hesum døgum.

Somuleiðis sæst ikki, at Løgingsformaðurin hevur tikið støðu til, at í samband við at ein valbólkur veksur ein tingmann so minkar hin bólkurin ein tingmann. Tað viðførur sjálvandi, at samgongan hevði fingið færri nevndarlimir og andstøðan fleiri um nýtt nevndarval var. At samgongan framvegis hevði fingið meirilutan í fíggjarnevndini broytir ikki tað, at so hevði andstøðan fingið fleiri nevndarsessir. Tí er hetta eftir mínari bestu sannføring eitt skeivt argument, sum frátekur andstøðuni sín rættvísa part av nevndarlimum.

Løgtingsformaðurin segði, at samgongan hevði framvegis meirilutan í fíggjarnevndini. Í samband við § 26 er tað púra óvesentligt. Í samband við nýtt nevndarval í samband við § 27a. er tað soleiðis at samgongan hevði ivaleyst (dugi ikki valreglurnar 100%) fingi meirilutan í fíggjarnevndini. Men samgongan hevði mist onkrar aðrar sessir! Valbólkar á 20-13 ella 19-14 geva ikki eins nógvar nevndarsessir.

Og at samgongan gjørdi ein feil í tíðarneyðini við at velja ein uttanflokka andstøðutingmann til formann í fíggjarnevndini, gevur ikki grundarlag til at tulka, sum best ber til.

Og so fara vit til § 27 og tá gerst tulkingin samb. § 26 enn meira undarlig. 

Har stendur : § 27 a. Varamaður, sum tekur sæti á tingi fyri tingmann í farloyvi, tekur við teim nevndarsessum, sum tingmaðurin hevur sæti í.

Í viðmerkingunum til lógina frá 1999 stendur: Síðan verandi tingskipan kom í gildi á ólavsøku í 1996, hevur tað verið ein afturvendandi spurningur, hvør tekur sæti í nevndunum fyri tingmann í farloyvi. Formansskapurin gjørdi av á vári 1997, at tað átti at verða varamaðurin eftir § 24, stk. 1, men broytti hesa avgerð aftur á heysti 1997 til, at tað skuldi verða varamaðurin, sum kom á ting.

Orðingin í tingskipanini er ógreið, og verður tí skotið upp at gera greiðar reglur hesum viðvíkjandi, so at tað verður varamaðurin á tingi, sum tekur við nevndarsessunum hjá tingmanni í farloyvi. Her síggja vit, at formansskapurin í løgtinginum 2 ferðir í 1997 gjørdi broytingar í mannagongdunum og tí valdi løgtingi í 1999 at seta í lógina hvussu mannagongdin skuldi verða. Tí ber til at siga at ein konkret avgerð er tikin aftaná ymiskar royndir og tí ber til at siga at hetta var júst tað løgtingi meinti tað skuldi verða. Og tá var heldur ikki so óvanligt at tingfólk skiftu flokk! So tað kann ikki brúkast til at broyta tulking av lógini nú 16 ár seinni.

Út frá hesum meini eg, at tað er rættuliga greitt, at § 27.a er galdandi. Og tí eigur varamaðurin at taka við teimum nevndarpostum sum Annika Olsen hevur.

Samgongan kann so taka avgerð um teir ynskja nevndarval nú beinan veg. Í prinsippinum kann ein tingmaður biðja um nevndarval!

Tí meini eg, at allir partar eiga at hyggja eftir hesum og tosa saman. Best var um onkur frá andstøðu og onkur frá samgongu tosaðu saman við umsitingina í løgtinginum og fingu greiðu á hesum. Tað er ikki seinstu ferð slíkt hendur. Í løtuni vinnur eingin nakað við at spæla øðrum eitt puss. So leingi eingin veit hvønn bólk Annika Olsen hoyrir til, er tó ikki møguligt at siga hvussu stórur ein valbólkur er og tí trupult at vita hvat gerast skal.

Men tað hevur týdning, at lógin verður umsitin rætt. Sirkusi er so stórt nú, men um vit nú skulu dystast um tulking av § 26 og § 27 verður sirkusi uppaftur størri og tað tænir ikki samfelagnum.

Sjálvandi stendur øllum greitt, at eftir § 26 hevur samgongan meirilutan í fíggjarnevndini og eftir § 27 hevur andstøðan meirilutan. Tí hevur hetta týdning. Í næstu viku kemur eitt framskrivað fíggjarlógaruppskot í tingið, sum fíggjarnevndin skal gera liðugt. Tað ber ikki til hjá samgonguni at vera í minniluta í fíggjarnevndini.

Tí mega vit vóna at tingfólk gera skjótt av at tosa seg til rættis um hvat er galdandi og hvat ikki er galdandi. Tað er neyvan skilagott fyri samgonguna at málið verður kært til løgtingsins umboðsmann. Og í hesum sirkusi er fútaforboð ivaleyst eisini eitt alternativ!

Eivind Jacobsen
Strendur 

PS. Her eru nakrar paragraffir úr ymiskum lógum.


Tingskipanin
§26. Løgtingsnevndir, umrøddar í § 24, sita alt valskeið Løgtingsins, uttan so er, at tingið við atkvøðugreiðslu eftir áheitan frá tingmanni ger av at velja nevndirnar av nýggjum.

Stk. 2. Verður nevndarsessur leysur av tí, at nevndarlimur gerst løgmaður, landsstýrismaður ella fer frá av aðrari orsøk, tilnevnir tann bólkur, sum í lutfalsvalinum tilnevndi fráfarandi nevndarlimin, nýggjan nevndarlim í staðin. Sama er galdandi, tá onnur val hava samband við, at nevndarlimur gerst løgmaður, landsstýrismaður ella av aðrari orsøk leggur tingsessin frá sær. Tekur løgmaður ella landsstýrismaður aftur sæti á tingi í valskeiðnum, kann bólkurin, ið tilnevndi fráfarna nevndarlimin, tilnevna nýggjan nevndarlim ístaðin.

§ 27. Løgtingsmenn hava skyldu at taka við nevndarvali.

Stk. 2. Løgtingsformaðurin kann tó ikki verða valdur limur í løgtingsnevnd.
Løgtingsformaðurin kann tó verða valdur í nevndir, settar sbrt. § 25 at viðgera viðurskifti Løgtinginum viðvíkjandi. 

§ 27 a. Varamaður, sum tekur sæti á tingi fyri tingmann í farloyvi, tekur við teim nevndarsessum, sum tingmaðurin hevur sæti í. Hetta er ikki galdandi fyri uttanlandsnevndina og landsstýrismálanevndina, har varamaðurin sbrt. § 24, stk. 1 møtir fyri nevndarlim í farloyvi.

§ 62. Doyr løgtingsmaður, ella leggur hann frá sær, tekur varamaður sæti á tingi fyri hann eftir § 34 í vallógini.

Stk. 2. Í teim førum, tá ið løgtingsmaður gerst løgmaður ella landsstýrismaður og tí noyðist at siga sessin frá sær sbrt. stýrisskipanarlógini § 32, stk. 1, tekur hann tó sessin aftur, fer hann úr landsstýrinum, áðrenn valskeið Løgtingsins er at enda.

§ 63. Eftir áheitan frá tingmanni kann tingið loyva honum farloyvi. Farloyvistíðin er í minsta lagi 7 dagar. Avgerð tingsins verður tikin uttan umrøðu eftir munnligum tilmæli frá formanninum.

Stk. 2. Varamaðurin leggur frá sær, tá ið tingmaðurin sigur formanninum frá, at hann møtir aftur á tingfundi.

Ár 1999, 13. apríl, legði formaðurin fram soljóðandi 

Uppskot til broyting í Tingskipan Føroya løgtings

7. 
§ 26 verður orðað soleiðis: "§ 26.Løgtingsnevndir, umrøddar í § 24, sita alt valskeið løgtingsins, uttan so er, at tingið við atkvøðugreiðslu eftir áheitan frá tingmanni ger av at velja nevndirnar av nýggjum. Stk. 2. Verður nevndarsessur leysur av tí, at nevndarlimur gerst løgmaður, landsstýrismaður ella fer frá av aðrari orsøk, tilnevnir tann bólkur, sum í lutfalsvalinum tilnevndi fráfarandi nevndarlimin, nýggjan nevndarlim ístaðin. Sama er galdandi, tá onnur val hava samband við, at nevndarlimur gerst løgmaður, landsstýrismaður ella leggur tingsessin frá sær".

9. Nýggj § 27 a verður orðað soleiðis: "§ 27 a.Varamaður, sum fær sæti á tingi fyri tingmann í farloyvi, tekur við teim nevndarsessum, sum tingmaðurin hevur sæti í. Hetta er ikki galdandi fyri uttanlandsnevndina og landsstýrismálanevndina, har varamaðurin smb. § 24, stk. 1 møtir fyri nevndarlim í farloyvi."

Viðmerkingar til lógina tá broyting av tingskipanini var gjørd í 1999!!!

ad 7. Løgtingsnevndirnar verða valdar fyri alt valskeiðið, og hevur nevndarlimur skyldu at taka við vali. Henda regla er sett í tingskipanina fyri at fáa kontinuitet í nevndararbeiðið.

Um so er, at nevndirnar skulu veljast av nýggjum, er neyðugt at seta uppskot til samtyktar um hetta. Skotið verður upp at broyta hetta soleiðis, at tingið, eftir at hava atkvøtt um áheitan frá tingmanni um at velja nevndirnar av nýggjum, kann velja nevndirnar.

Reglan hevur tó framvegis ta óhepnu fylgju, at um tingmaður doyr, ella hann verður landsstýrismaður, so er neyðugt at velja allar nevndirnar av nýggjum, um so er, at flokkur vil hava annan tingmann í hesar nevndir enn varamannin á tingi ella varamannin í nevndini. 

Serliga tá talan er um, at tingmaður gerst landsstýrimaður í valskeiðnum, er ofta av politiskum grundum neyðugt við eini umskipan, sum ikki kann gerast sambært verandi tingskipan.

Skotið verður tí upp, at um tingmaður fer úr tinginum, kann flokkur hansara ella valbólkurin umskipa nevndarsessir floksins ella valbólksins.

ad 9. Síðan verandi tingskipan kom í gildi á ólavsøku í 1996, hevur tað verið ein afturvendandi spurningur, hvør tekur sæti í nevndunum fyri tingmann í farloyvi.

Formansskapurin gjørdi av á vári 1997, at tað átti at verða varamaðurin eftir § 24, stk. 1, men broytti hesa avgerð aftur á heysti 1997 til, at tað skuldi verða varamaðurin, sum kom á ting.

Orðingin í tingskipanini er ógreið, og verður tí skotið upp at gera greiðar reglur hesum viðvíkjandi, so at tað verður varamaðurin á tingi, sum tekur við nevndarsessunum hjá tingmanni í farloyvi. Skotið verður samstundis upp, at gjørd verða tvey undantøk. Í uttanlandsnevndini og landsstýrismálanevndini verður tað altíð varalimurin eftir § 24, stk. 1, sum fær sæti í nevndini, um fasta liminum berst frá, jvb. tó reglurnar í § 26, stk. 2.

Orsøkin til hesi undantøk er, at hesar nevndir ofta viðgera sera viðbrekin mál, sí viðmerkingarnar til nr. 11.