
Nevndarsamsýningin til nevndina í Landsbankanum
Eftir nógva almenna umrøðu um ásettu nevndarsamsýningunum til nevndarlimirnar í Landsbankanum, hevur nevndin gjørt av at eftirmeta samsýningarnar beinanvegin.
Nevndin hevur gjørt av at fylgja tilráðingini frá Fíggjarmálaráðnum um at formaðurin fær 10.000 kr., næstformaðurin fær 7.000 og nevndarlimir fáa 6.000 kr.
Vegna nevndina í Landsbankanum
Tummas Eliasen, nevndarformaður