Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nevan á kjaftin - fótin í reyvina/ fingurin og fuck

Meðan tey útvaldu - á høgrareligiøsu og høgrapolitisku síðu - av høgrasamgonguni verða borin í gullstólum við fólksins ognum sum fundament, sum um ognirnar altíð hava verið, eru og altíð fara at vera teirra egnu privatu Guðsgivnu gávir, so verða samstundis aðrar av fólksins ognum tillutaðar somu vælbjargaðu fólkum sum flatskattalætti. Hetta tykist at vera sera kriminelt.

Samstundis herjar høgra á øll hini við einum niðurskurði fyri og øðrum eftir. Tað kann vera torført at vita, hvar mann skal byrja at taka dømir, og hvar mann skal enda, men her verður so gjørd ein roynd í tilvildarligari raðfylgju:

Sjónleikurin hevur fingið fingurin.

Listin hevur fingið knívin.

Tónleikurin hevur fingið fótin.

KVF hevur fingið nevan.

Skúlin hevur fingið skrátt upp.

Fátøk verða víst reyv.

Fors orgarhjálpin verður skorin.

Hungursmarkið bumbað.

Tí høgra kennir eingi mørk. Teirra tilvera er markleys.

Pensiónsaldurin skal hækkað til 70. Tá kyrrindir verða til tess. Og teir tosa um fólkaflyting, og um at fáa fólk heimaftur. Hvat í Himmnalsins navni, mann ríða hesum fólkum? Tey mugu í minsta lagi hava etið bláseym, um tey halda, at førdi politikkurin førir til annað enn eina enn størri fólkafráflyting. Ja, við hetta lag sita bert tey høgrareligiøsu saman við teim høgrapolitisku og við undirbetaltum fremmandaarbeiðarum á trælastøði, tá vit koma til 2050. Hetta verður skilið, um fólkið framhaldandi finnur seg í høgrakósini.

Fólkið kann sameint broyta kósina. Spurningurin er bert um at vilja. Vilt tú?

Dagfinnur Danbjørg.