Netto kontant
Perla: Herfyri keypti Norðoya Sparikassi ein hóp av handlum frá Ásmundi Justinussen, men Sparikassin var skjótur at selja handlarnar aftur. Var talan um insidarahandil. Oyggjatíðindi 1. september 2006.
Tann spurningin hava vit sett sparikassastjóranum Ein av keyparunum, var Jaspur Johannesen, sum eigur handilin Inn við Streymin, men Jaspur Johannesen hevur eisini bygd nýggjan handil í Klaksvík, saman við handlinum Netto, sum álvur Klakk hevur staðið fyri í nógv ár.
Í samband við byggingina av nýggja handlinum í Klaksvík vóru eigara- og leiðaraviðurskiftini broytt.
Nú eiga Jaspur Johannesen og Johanna Christiansen, kona Óla Marner Christiansen, alt Netto-konseptið í Klaksvík.
Tað hevur vakt undran, at teir báðir umsjónarráðslimirnir í Norðoya Sparikassa, Álvur Klakk og Óli Marner Christiansen, báðir hava sagt gott fyri sølu og víðarisøluni hjá Sparikassanum, og tí hava ligið inni við einari vitan, og tá handlarnir ikki alment vórðu lýstir til sølu, tosa fólk um insidara-handil.
Óli Marner Christiansen, váttar, at starvið, sum umsjónarráðslimur gevur eina vitan, og at tað eisini kann vera ein fyrimunur, men tað er eisini ein vansi, so hann var meira áhugaður í at vita, hvør hevði áhuga í, at hetta kom í Oyggjatíðindi.
Jaspur Johannesen, váttar, at tað er hann og Johanna Christiansen, sum eiga Netto í felag.
Men hvørki hann ella Óli Marner Christiansen vilja upplýsa prís, tó sigur Óli, at allir partar eru nøgdir.
Vit hava sett Eyðfinni Reyðberg, stjóra í Norðoya Sparikassa, spurningin:** Var talan um insidara-handil.
Vit settu sparikassastjóranum fyrispurning við hesum telduposti:
Aftaná seinasta svar títt til mín veit eg ikki um tað nyttar nakað, at biðja teg um eina viðmerking, men fyrispurningurin verður kortini settur fram fyri ein ordans skyld.
Tað snýr seg um handilin Netto hjá Álvur Klakk, sum Jaspur Johannesen, saman við Johannu Christiansen, hava keypt við fígging frá Norðoya Sparikassa.
Álvur Klakk er limur í Umsónarráðnum hjá sparikassanum Óli Marner Christiansen, maður Johannu, er eisini limur í Umsjónarráðnum.
Tað er almenn vitan, at Norðoya Sparikassi keypti fleiri handlar frá Ásmundi Justinussen.
Ein av keyparunum var Jaspur Johannesen.
Vit mugu taka fyri heilt givið, at teir báðir, Álvur Klakk og Óli Marner Christiansen, hava verið við í viðgerðini av hesum keypum í Umsjónarráðnum, og tí mugu metast at hava eina ávísa vitan um stjóran í Inn Spf, jaspur Johannesen.
Fleiri hava vent sær til blaðið, tí tey halda, at hetta ikki bara líkist men eisini luktar av einum insidara-handli.
Ætlaði tí at vita hvørja viðmerking tú hevur til hendan pástandin, ella um tú kundi lýst hetta mál nærri, skrivaði blaðið til Eyðfinn Reyðberg, sum svarar soleiðis:
Takk fyri fyrispurning tín og kann eg viðmerkja hetta:
Tað var dóttirfelag hjá Norðoya Sparikassa sp/f Heim, sum keypti partabrøvini í P/f Vørði frá P/f Sjóborg. P/f Vørður seldi síðani handlarnar til 3 óførar samkeypmenn, Hans Jørgen, Jaspur og Bassa, ið ávikavist hava yvirtikið handlarnar á Argjum, Tórshavn og á Toftum.
Harumframt var bakaríið og útsølan seld til dugnaligu bakarar úr Miðvági og Vestmanna.
P/f Vørður eigur tí í dag bert fastogn eftir, sum verður útleigað. Allir handlarnir eru í dag í góðum hondum, og við teimum ætlanum keypararnir hava lagt fram, fara kundarnir hjá teimum heilt víst at merkja hetta.
Vit fegnast um at tað gekk so gott og so skjótt at fáa tingini avgreidd, og var hetta eisini okkara mál av fyrstan tíð. Sum tú sært, so er málið avgreitt av sparikassanum sum eitt mál í dóttirfelagnum, ið leiðsla okkara hevur tikið sær av, og ikki sum eitt nevndarmál í Norðoya Sparikassa.
- Vit gleða okkum til at lata upp í Havn, og var áhugin fyri bygninginum á Hálsi endamál okkara fyri at gera nevnda handil, soleiðis at vit kunnu framtíðartryggja okkara deild í Havnini, sigur Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri, at enda í svari sínum til Oyggjatíðindi.
Hóast Eyðfinn Reyðberg, váttar, at eitt dóttirfelag hjá Sparikassanum hevur avgreitt keyp og sølu, sum leiðslan í Norðoya Sparikassa hevur staðið fyri, og at talan ikki er um eitt mál fyri nevndina, runga orðini hjá Óla Marner Christiansen í oyrunum:
- Vit hava eina ávísa vitan, og tað kann eisini vera ein fyrimunur.
Ongastaðnar í svarinum frá Eyðfinni Reyðberg sæst orðið insidara-handil nevnt.
Heldur ikki verður víst aftur, at Norðoya Sparikassi hevur fíggjað »herligheitina « til fyrimun fyri Álvur Klakk, lim í umsjónarráðnum og konu Óla Marner Christiansen, sum eisini er limur í umsjónarráðnum.