Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Netmiðlar samdir um at stovna felag

Í dag hava somu miðlar, sum eru innkallaðir til hoyringar í sambandi við miðla-uppskotið, havt fund, har teir eru samdir um at stovna eitt netmiðlafelag. 

Umboð fyri Portal.fo, Ting.fo, VP.fo og Suðurrás eru samd um, at neyðugt er við einum netmiðlafelag burturav.

Ætlanin er seinni at bjóða øllum netmiðlum í landinum til stovnandi og kunnandi fund.

Umboðini á fundinum í dag vóru samd um, at netmiðlarnir hava ikki nóg sterka umboðan í mun til lesaraskaran, og at ongantíð er meira neyðugt enn júst nú, at netmiðlarnir hava sítt egna felag.

Hetta skrivar VP í kvøld.

http://www.vp.fo/netmidlar-samdir-um-at-stovna-felag/

------

Vit vita, at allir miðlar hava fingið møguleikan at skriva hoyringsskriv í samband við sjálvt lógaruppskotið. Eisini Oyggjatíðindir og aðrir miðlar við, ið ætlandi annars ikki skuldu lúka treytirnar í uppskotinum.

Tað løgna við hesum seinasta hoyrings-útspælinum er, at løgtingið hevur kallað fleiri miðlar inn til hoyringar, sum annars onki hoyringsskriv hava lagt við uppskotinum. Av teimum, sum hava verið til hoyring í løgtingsnevndini eru Portal.fo, Ting.fo og Suðurrás, tó at ongin teirra hevur skrivað hoyringsskriv. 

Av teimum innkallaðu er tað bara VP, ið hevur skrivað hoyringsskriv.

Tað er ringt at taka Mentamálaráðið í álvara, og tingarbeiði virkar ikki seriøst, sigur Dan Klein, m.a. í stuttari viðmerking til løgnu gongdina í hesum málinum.

Her er linkur til lógaruppskot, og til hoyringsskriv: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=2540