Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nema Software Solutions nýggja leiðslu

Jógvan K. Glerfoss er í dag settur sum leiðari á Nema Software Solutions. Samstundis styrkir Nema um SharePoint førleikan við at seta nýggjan seniorráðgeva.

Jógvan K. Glerfoss er 44 ár og kandidatur í teldufrøði frá Datalogisk Institut Københavns Universitet (DIKU). Hann hevur seinastu árini starvast sum seniorráðgevi og verkætlanarleiðari á Nema Software Solutions og hevur verið partur av leiðslutoyminum.

Styrktir SharePoint førleikar

Microsoft SharePoint er eitt alsamt vaksandi virkisøki hjá Nema Software Solutions. Í hesum sambandi styrkir Nema um SharePoint førleikarnar, við at seta Jacob Horn Nielsen sum seniorráðgevi. Jacob fær yvirskipaðu ábyrgdina av MS SharePoint, sum tøkniligt øki, umframt at hann fer at virka sum leiðari á øðrum verkætlanum. Jacob starvast í løtuni sum KT-leiðari á Nærverkinum, og hevur áður starvast sum KT-leiðari í Fiskimálaráðnum.

– Nema Software Solutions hevur nógvar spennandi verkætlanir, og við góðari leiðslu og sera dugnaligum og vælútbúnum starvsfólki síggja vit ljóst upp á framtíðina, sigur Christian Nagata, stjóri í Nema.

Nema Software Solutions, ið hevur deildir í Føroyum og Danmark, mennir serskipanir til fyritøkur og almennar stovnar. Til samans starvast í dag 18 starvsfólk á Nema Software Solutions.

Lesið meira um okkum á www.nema.fo