Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nema setir vitanina í miðdepilin

Tíðindaskriv:

Hósdagin 13. september bjóðar Nema til ráðstevnu, fyrilestrar og framløgur í Norðurlandahúsinum. Tiltakið eitur Vinnan veit '12. Høvuðsevnið er "Betri stýring og størri vinning við samstarvi, skipanum og tøkni". Millum fyrilsetrahaldarar eru umboð fyri Dell, Oracle, Canon og Vinnuhúsið.

Vinnan veit '12 skal geva stovnum og fyritøkum íblástur, vitan og hugskot í arbeiðinum at gera seg klárar til framtíðina.

"Vit vilja varpa ljós á hvussu kt og skipanir kunnu gerast verulig amboð at gagnnýta tilfeingið og vitanina. Soleiðis kann meira fáast burturúr og vit fáa lægri kostnaðir og betri kappingarføri", sigur Christian Nagata, stjóri í Nema. "Við røttu amboðunum og vitanini ber til at optimera raksturin og skapa størri virði við tí, sum vit hava. Tað er hetta, sum er okkara boðskapur", slær hann fast.

"Við fyrilestrahaldarum frá altjóða fyritøkum sum Dell, Oracle og fleiri og framløgum og verkstovum við serfrøðingunum hjá Nema eru vit errin at bjóða til Vinnan veit '12", sigur Christian Nagata.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, verður høvuðsrøðari fer at hugleiða um føroyska vinnu, kappingarføri og vitanardeiling í dagsins samfelag.** Nema er vertur fyri tiltakinum, í samstarvi við Dell, Oracle og Intel.

Vinnan veit '12 er er alment. Skráin er lagað soleiðis, at øll lið í virðisketuni kunnu fáa okkurt burturúr: Frá stjóranum, sum vil effektivisera og optimera, til tøkningin, sum vil víðka sín sjónarring og tryggja sær dagførda vitan.

Tiltakið er ókeypis. Tilmelding og skrá er á www.nema.fo.

Vælkomin til Vinnan veit '12 í Norðurlandahúsinum hósdagin 13. september.