Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nema flytir úr SMS niðan á Smyrilsveg

Mánadagin lat Nema handilin á Smyrilsvegi í Tórshavn upp í nýggjum hami. Talan er um eina samanlegging av tveimum handlum, tí handilin í SMS er latin aftur og er nú fluttur niðan á Smyrilsveg.

Tíðindaskriv:

Nema hevur havt handil á Smyrilsvegi í nógv ár. Nú er fyrrverandi Hey handilin í SMS, sum seldi fartelefonir og aðra fjarskiftisútgerð, fluttur inn, og nýggi handilin hevur størri úrval og meira fjølbroytta ráðgeving.

- Endamálið við at umbyggja handilin á Smyrilsvegi er at bjóða okkara kundum – bæði innan vinnu og privat – eina betur tænastu, sigur Rói B. Poulsen, sølustjóri á Nema. Við at samla báðar handlarnar hjá okkum í Tórshavn saman, fáa vit samla okkara vitan og tænastu á einum stað, har tú finnur alt innan KT, skrivstovu, innbúgv og fjarskiftisútgerð.

Umframt handilin á Smyrilsvegi 5 hevur Nema handlar í Klaksvík og Saltangará, har tað eisini ber til at fáa heildarráðgeving innan KT, skrivstovu, innbúgv og fjarskifti.