Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nelson Mandela – Apartheid – og høgraradikali Óli Breckmann

Nú Mandela er farin heim í teir ævigu bústaðir eftir eitt langt og til tíðir sera hart stríð fyri javn- og mannarættindum, kundi verið upp á sítt pláss, at fingið sonnu søguna frá Óla um, hví hann og hansara høgraradikala harkalið løgdu alla orku í at stuðla teimum hvítu og teirra menniskjavondu Apartheidskipan, ja vóru millum teir allar allar síðstu at leggja árarnar inn í hesum stuðli av fanansskapinum.

Og Óli kundi kanska eisini greitt frá sínum religiøsa sjónleiki í ÚF-sendingum, sum skuldi skaffa honum politisk viðhaldsfólk til hansara høgraradikala politiska stríð. Og fólkini fekk hann eisini,, tí hesu einans av egoistiskum orsøkum vóru religiøs. Nakað fyri nakað.

Kristi fólk veit, at ikki kúgan, men kærleiki er fundamenti. Og at høgra og kúgan ganga í takt. So har er einki at gera.

Tað kundi verið ein sannur eygnaopnari, at fingið eina frágreiðing um, hvarðani høgraradikali fanansskapurin sprettur eins og illgresið.

Síðani kundi verði lúkað.

Tí teirra apartheidskipan verður praktiserað, har teir kunnu, og hon hevur ymisk andlit. Hjá okkum er fyrst og fremst talan um eina fíggjarliga apartskipan, sum kann broytast eftir næsta val, um fólkið vil.

Dagfinnur Danbjørg.