Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bylgjurnar ganga høgt um vindorku í Svøríki í løtuni.

Neilig frágreiðing um vindorku elvir til øsing í Svøríki

 - Vandi er fyri, at ætlaðu vindorkuútbyggingarnar verða ein grøn bløðra við svenskum húshaldspengum sum vágakapitali.

Tað skriva tveir limir í svensku tankasmiðjuni Timbro í frágreiðingini "Svensk vindorka - 215 miljardir seinni".

Í 40 síður longu frágreiðingini, ið varð almannakunngjørd í dag, granska Per Nilsson og Lydia Wåhlsten avleiðingarnar av málunum hjá stjórnini um at vindorkan skal byggjast út, so hon framleiðir 30 TWh av streymi um árið hetta til 2020, skrivar Ny Teknik.

Sløk helvt av vatnorkuframleiðsluni

30 TWh av vindorku er nógv.** Tað svarar til nærum helvtina av samlaðu svensku vatnorkuframleiðsluni, sum eitt vanligt ár er umleið 65 TWh ella áleið helvtin av allari svensku elframleiðsluni.

Men el frá vindorku er dýrari at gera enn el frá vatnorkuverkunum og kjarnorkuverkunum.

Til tess at vindorkuframleiðararnir kunnu fáa íløguna inn aftur, fáa teir stuðul umvegis sokallaði grøn elsertifikat.

Stuðulin verður goldin av øllum elbrúkarunum umvegis hægri elprísir.

Skeivt at húsarhaldini skulu gjalda

Atfinningarnar hjá Timbro-høvundunum móti útbyggingunum snúgva seg í høvuðsheitum um, at tær verða fíggjaðar beinleiðis av svensku húsarhaldunum.

Hevði staturin staðið fyri fíggingini av vindorkuútbyggingunum, hevði stjórnin verið noydd at tikið vindorkuna við í fíggjarlógina, og tá hevði verið neyðugt at sett hetta upp ímóti øðrum útreiðslum.

- Fyri 215 miljardir krónur høvdu kunnað fingist nógv nýggj arbeiðspláss, eins og bøtt kundi verið munandi um vælferðina. Í valinum millum vindorku og slíkar ábøtur hevði vindorkan neyvan verið so eftirspurd, skriva Per Nilsson og Lydia Wåhlsten í eini kjakgrein á SvD Opinion í dag.

Vindorkuútbygging óneyðug

Tey bæði halda, at meiri vindorka í Svøríki hvørki ber í sær lægri útlát av vakstrarhúsgassum ella at tørvur er á vindorku til tess at Svøríki skal røkka ES-málunum um, at 50 prosent av orkuframleiðsluni skal koma frá varandi orku.

Í fyrsta lagi er elskipanin í Svøríki longu nú at kalla frí fyri koltvísúrnisútláti, takkað veri vatnorku og kjarnorku.

Í øðrum lagi er tað í roynd og veru ikki gjørligt at økja partin av vindorku, tí hon krevur ein avloysara, tá ongin vindur er. Skal vindorkan byggjast út, er neyðugt eisini at byggja vatnorkuna út, stendur í Timbro-frágreiðingini.

Svenski Umhvørvisflokkurin hevur longu funnist hvassliga at frágreiðingini. Flokkurin tvíheldur um, at vindorkuútbyggingin er neyðug og at hon fer at hava við sær lægri elprísir.

Kelda: www.sev.fo