Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NEI til orkustøð sum granna!

Hvør finnur uppá at leggja eina dálkandi orkustøð mitt í einum øki, har fólk búgva, og børn ganga á stovni? Bara tað, at minsti ivi er millum serfrøðingar um skaðiliga árinið av orkustøðini, er meira enn ivaleyst til, at onnur ætlan má leggjast. Fólk í Hoyvík hava talað at í stórum tali. Sjálvandi skal býráðið lurta eftir teimum.

Eftir Levi Mørk, valevni á Lista C til kommunuvalið:

Nú um dagarnar frættist í útvarpinum, at enn ein kanning skal gerast av avleiðingunum av at leggja eina orkustøð mitt í tætt bygdum grannalag, har eisini stovnar fyri børn halda til. Úrslitið av nýggju kanningini sigst at skula vera avgerandi fyri, um fólk í Hoyvík skulu fáa eina orkustøð sum nærmasta granna. Orkustøðin, sum ætlanin er at gera, verður ein sokalla ískoytisstøð, sum skal lata hita til fjarhitanetið hjá Fjarhitafelagnum, tá brennistøðin á Hjalla og elverkið á Sundi ikki kunnu lata nóg nógvan hita.

Takið avgerð um at flyta orkustøðina NÚ

Í mínari verð er støðan heilt greið. Orkustøðin skal sjálvandi IKKI liggja har, sum upprunaliga ætlanin var at leggja hana. Kanningar eru longu gjørdar, sum vísa, at ein slík orkustøð kann hava skaðiligt umhvørvis- og heilsuárin bæði fyri vaksin og børn í økinum. Væl kvalifiserað serfrøði hevur longu staðfest, at útlátið frá eini slíkari orkustøð fer langt um markvirðið fyri loyvda dálking eftir nýggjum reglum í øðrum framkomnum londum.

Fólkini í Hoyvík hava tí tikið heilt greiða støðu. 1.500 av teimum hava skrivað undir uppá, at tey ikki vilja hava orkustøðina har, men at tey ynskja, at hon verður flutt onkra aðrastaðni. Hví í Guðs garði skal ein nýggj og dýr kanning so gerast einaferð enn? Er ætlanin at blíva við at gera fleiri kanningar, til onkur av teimum vísir ynskta úrslitið? Í mínari verð er hetta púra burturvið og spill av skattaborgarans pengum.

Atlitið at menniskjum má raðfestast fremst

Ein dálkandi orkustøð hoyrir rætt og slætt ikki heima millum øll fólkini í Hoyvík. Staðsetingin hjá Fjarhitafelagnum av orkustøðini var gjørd fyri nógvum árum síðani, tá aðrar reglur fyri dálkingarmarkvirði vóru galdandi, men fyritreytirnar eru broyttar munandi síðan tá, tí vitanin um skaðaárinið av slíkum útláti er størri í dag. Tí er alneyðugt við nýggjari staðseting.

Eg havi fyrr skrivað um, at eg eri eg ímóti hesari verkætlan, og at eg haldi, at vit skulu finna eitt annað betur hóskandi stað, møguliga longri úti á Hjalla. Hetta merkir helst eyka útreiðslur hjá Fjarhitafelagnum, men í mínari verð loysir tað seg nógv betri í longdini at velja rættastu loysnina nú, tí sjálvandi vigar atlitið at menniskjum – ikki minst at teim mongu børnunum í grannalagnum – so nógvar ferðir meira enn tær lutfalsliga fáu krónurnar, sum tað kostar eyka at flyta orkustøðina.

Vilt tú ikki hava omanfyrinevndu orkustøð har, sum ætlanin er at leggja hana, so set krossin við Levi Mørk á lista C. Verið eg afturvaldur, fari eg at gera alt, sum stendur í mínari makt fyri at flyta orkustøðina til eitt betri stað burtur frá bústøðum og stovnum.