Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NEI - til hitaverk sum granna!

Nú skal ein nýggj umhvørviskanning verða avgerandi fyri, um fólk í Hoyvík fáa eitt hitaverk sum granna. Nú eru fleiri kanningar gjørdar. Enn einaferð skal ein kanning gerast. Tað fyrru kanningina var tað eitt danskt felag, sum stóð aftan fyri. Nú skal enn eitt felag úr Norra gera eina nýggja kanning av útlátinum. Hetta frættist í útvarpinum í gjár.

Hitaverkið sum ætlan er um at gera verður ein sokalla ískoytisstøð, sum skal lata hita til fjarhitanetið hjá Fjarhitafelagnum, tá brennistøðin á Hjalla og elverkið á Sundi ikki kunnu lata nóg nógvan hita.

Tað er fínt við kanningum, men haldi ikki at orkustøðin hoyrir heima millum øll fólkini í Hoyvík, tí eri eg ímóti hesari verkætlan. Eg havi skriva um hettar fyrr og eg haldi at vit skulu finna, eina aðra hóskandi staðseting, sum skal vera møguliga longri úti á Hjalla

Her er sjálvsagt nógv atlit, og talan um nógva eykað fígging hjá Fjarhitafelagnu, men í mínum føri eru menniskjur meira verd enn pengar. Vit vita eisni, at henda staðseting hjá Fjarhitafelagnum, er gjørd fyri nógvum árum síðani og tí haldi eg at ein nýggj staðseting skal gerast, tí fyritreytirnar eru broyttar munandi, síðan hesa núverandi staðseting.

Keldur: http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/09/12/nyggj-kanning-avger-um-hitaverk-verdur-bygt

Levi Mørk

Formaður í byggi og býarskiparnarnevndini.