Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nei til hitamiðstøð í Hoyvík!

Ætlanin við einari hitamiðstøð við Klingruna í Hoyvik eigur at verða tikin upp til nýggja viðgerð - við tí endamáli at flyta hesa burtur frá bústaðarøki. Staðsetingin av hitamiðstøð við Klingruna í Hoyvík er ikki hóskandi - hetta fingu vit greitt staðfest á fundi í Klingruni fyri 14 døgum síðani, sum eigarafeløgini skipaðu fyri.

Eg siti í dag við einari kenslu av, at vit ikki taka umhvørvisdálking í nóg stórum álvara. Vit fara ov lætt um árinskanningar og hvat slík dálking kann elva til. Vit hava ein almennan myndugleika, sum ikki sær út til at hava førleika at gera slíkar árinskanningar, og harvið meta um avleiðingarnar av dálking fyri liviumstøðurnar hjá borgarunum í nærumhvørvinum í Hoyvík.

Eigarafeløgini skulu hava stórt rós uppiborið fyri teirra ídni í hesum máli, ikki minst tað professionellu framløgu av einari árinskanning, har vandin fyri dálking í nærumhvørvinum er eyðsýndur. Ein slík hitamiðstøð eigur ikki at liggja millum hús, barnagarðar og arbeiðspláss í Hoyvík.

Hitamiðstøðin skal flytast á eitt annað hóskandi stað, har henda ikki er til ampa fyri borgarar í kommununi.

Vit eiga at hugsa og handla grønt, tá talan er um orkuveiting.

Annfinn Brekkstein,

Valevnið og býráðslimur fyri Sambandsflokkin