Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nei til 50 ár afturat við SEV

Aftur 50 ár við SEV einaræði á løkir, áir og vøtn? Nær vakna politikkarnir? Jóhan Dahl hevur onga støðutakan, bíðar eftir at Jarðfeingi skal koma við einari frágreiðng í apríl, ið SEV ikki hevur stundir at bíða eftir. Verður hugt eftir seinastu ætlan hjá Jóhan Dahl nevnd Heildarætlan fyri elorkuøkið frá heystið 2012, so er ikki talan um nakað, sum minsta høpi er í, annað enn at netið verður umrøtt lagt í serstakt felag. Og tað er tað. Meðan grannar okkara í Hetlandi, Onglandi og Noreg liggja fremstir í heiminum at menna sjóvarfallsorku, liggur monopolstovnurin SEV enn í søtum dreymi at sleppa at neyðtaka enn fleiri áir og vøtn. Gamaní er roynd hjá privatum felag í Vestmannasundi, men ikki longur enn sum so, at monopolstovnurin ikki lyftir hond frá síðu í aðrar mátar, enn at seta hart móti hørðum, at eingin skal sleppa inn á netið hjá teimum - rættari sagt hjá okkum. Heilt fantastisk ! Bjørt Samuelsen var í útvarpinum í gjár (16.januar) og nevndi m.a. at netið má leggjast í sjálvstøðugt felag. Óført ! Og hvat so ? Er nakað uppskot lagt fram frá andstøðuni til alternativan orkupolitikk - roknast kann ikki við at samgongan tekur nakað stig at bróta monopolstøðuna so fólk í landinum sleppa til arbeiðis og so neyðugi dynamikkur við ungum væl útbúnum og visionerum verkfrøðingum kunnu luttaka í menningini av samfelagnum. Var tað nakar sum nevndi Job Match ella at kvinnurnar skulu koma heim aftur?

Vatnorkuna hava vit gagnnýtt upp til 50%, ið geva umleið 100GWtímar pr. ár. Verða øll verandi vøtn tikin afturat: Vikarvatn, Norðuri í Dølum, Kirkjuvatn í Fámjin, Vágar, og o.o. vøtn, ja so er greitt at tað ikki eru fleiri fjallavøtn eftir í landinum. Er tað hetta sum føroya fólk ynskir? Hví er Fjallavatn ikki byrgt inni við betongbyrging og allir dalar og áir í Vágum tikin til vatnorku? Tí føroya fólk segði nei !

Streymkanningar gjørdar eru vísa at t.d. kann Skopunarfjørður framleiða 172GWtímar af fyrsta floks ravmagni um árið. Hetta er næstan tvær ferðir tað sum verandi vatnorka gevur. Ofatiligt at andstøðan er so mikið lítið at sær komin, at hon ikki í felag kann taka seg saman og sláða nevan í borðið, at nú er fanin gali meg toppurin náddur (orsaki at temperamentið kann fara upp í so eymum máli) og aðrir bollar skulu í súpanina. SEV má ikki fáa longt loyvi í 50 ár afturat.

SEV monopolið SKAL brótast soleiðis at øll fáa atgongd til netið og soleiðis at øll sleppa at framleiða orku.

Kári Thomsen