Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NEBO Á TOFTUM - vikuskiftið 28 – 31 januar

Stórt møtivirksemi á Skálafjørðinum í januar mánaða. Vikuskiftið 28 – 31 januar verða eykamøtir í Nebo á Toftum. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Fyrireikararnir hava lagt eina vikuskiftisskrá, sum inniheldur bæði møtir og seminar, og fyrireikararnir siga við stórum stavum, “at øll eru meir enn vælkomin!” 

Tað verður Jógvan Jacobsen, ið virkar sum samkomuleiðari í Hebron á Argjum, ið kemur at tala á øllum fýra møtunum. Høvuðsevni verður: Orð Guds. 

Jógvan Jacobsen sigur í samrøðu við kristiligu tíðindasendingina, at hann fer at leggja dent á tríggjar áhugaverdar síðir av orði Guds: Orðið er livandi, Orðið hevur kraft og Orðið dømir.

Leygardagin millum kl.15.00 og 17.00 verður áhugavert seminar, sum Randi Hansen kemur at hava. Randi kemur at undirvísa í evninum: “Orð Guds og lovsangur.”

Møtini byrja hóskvøldið 28. januar kl.20.00 og halda fram frígjakvøldið og leygarkvøldið kl.21.00, og seinasta møti verður sunnumorgunin kl.11.30 

Í skránni er annað enn tala og undirvísing; har verður eisini skipað fyri nógvum sangi, vitnisburðum, drama, filmi og ymiskum kappingum. Eisini verður bjóðað til drekka eftir hvørt møti.