– Eitt ár frá at doyggja út
Frank R. Kristensen og Ragnhard Petersen, føroyskur KFS-skrivari Í næstseinastu viku var danski KFS-skrivarin, Frank R. Kristensen, á vitjan í Føroyum. Hann hevur verið her fleiri ferðir áður, og eins og undanfarin ár vitjaði hann skúlar, har hann undirvísti og hevði andaktir. Frank sigur, at KFS-arbeiðið alla tíðina, er eitt ár frá at doyggja út.
Orð og mynd: Torfinn Jacobsen
Frank R. Kristensen hevur eisini havt fund við landsnevndina hjá KFS í Føroyum, og hitti tær staðbundnu KFS-nevndirnar og ábyrgdarpersónarnar.
'Eitt ár frá at doyggja út'
Í løtuni er KFS-virksemið á fýra skúlum kring landið. Umframt at vitja á hesum skúlunum, hevði Frank eisini andakt á Tekniska skúla í Havn. Hann var sera glaður fyri hetta høvið.
– KFS-arbeiði er í eini støðugari broyting frá ári til ár, tí næmingar koma og fara alla tíðina, og viðhvørt er størri undirtøka fyri arbeiðinum og viðhvørt minni. Soleiðis er tað bæði í Føroyum og í Danmark. Eg plagi at siga, at KFS-arbeiðið alla tíðina er ‘eitt ár frá at doyggja út’, sigur Frank R. Kristensen.
Frank sigur, at tað hevur verið sera hugaligt at hitta KFS-leiðararnar og nevndirnar, nú hann hevur verið her.
Lesið samrøðuna við Frank og Ragnhard í Trúboðanum nr. 5, sum kom út 7. mars og fæst kring landið.
Kelda: www.trubodin.fo