Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nordic Cancer Union hevði aðalfund á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn tann 26. mai 2014. Fundurin gekk væl. Eitt punkt á skránni var nýggj NCU strategi.

NCU aðalfundur í Keypmannahavn

NCU setti fyri umleið einum ári síðani ein arbeiðsbólk við limum úr øllum limalondunum at tilevna nýtt uppskot til strategi. Arbeiðsbólkurin er nú liðugur við sítt arbeiði og legði fram endaliga uppskotið. Mælt varð til, at NCU tey næstu árini arbeiðir við hesum økjum: registaragrunadaðum epidemiologiskum kanningum, frágreiðandi epidemiologi, samanlíknandi kliniskum epidemiologiskum kanningum og kliniskum royndum. NCU aðalfundurin fegnaðist um megnar arbeiðið, ið arbeiðsbólkurin hevði gjørt og samtykti uppskotið til nýggja strategi.

Eitt annað punkt á skránni var samstarv við Norðurlandaráðið/Ráðharraráðið. NCU hevur sent sítt íkast til frágreiðingina hjá Bo Kønberg, sum í løtuni er í fer við at skriva eina frágreiðing um, á hvønn hátt Norðanlond skulu samstarva á heilsuøkinum framyvir. Frágreiðingin verður løgd fram á Norðurlendska Ráðharrafundinum, ið verður í Íslandi í juni í ár.

Jákup N. Olsen sigur, at av tí at Norðurlandaráðið í oktober í fjør samtykti eitt upskot um tættari samstarv ímillum Norðanlond á krabbameinsøkinum, væntar og vónar hann, at nógv gott verður at finna um krabbameinsøkið í hesari frágreiðing. Næsti NCU fundur verður hildin í Føroyum tann 10. Oktober 2014

Á myndini síggjast umboð fyri NCU. Føroysku umboðini eru Jákup N. Olsen formaður, Agnar á Dul og Birita Ludvíksdóttir, samskipari.