Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NB Fysioterapi er nýggj klinikk í Tórshavn

Fysioterapi klinikkin er at finna í venjingarmiðstøðini Burn Fitness, sum er staðsett í miðbýnum.

"Vit hjálpa ítróttarfólki og aktivum borgarum aftur til tað aktiva lívið tey ynskja at liva". Soleiðis stendur tað skrivað á heimasíðuni hjá NB Fysioterapi, www.nb.fo, og tað er ikki av tilvild, at teir húsast í Burn Fitness í miðbýnum. Teir leggja seg nemliga eftir at hjálpa ítróttarfólki, umframt tí aktiva føroyinginum, og kunnu teir í tí sambandi veita fyribygjandi venjingar og endurvenjing við føroya bestu venjingarútgerð.

Tað eru Niklas Reginsson og Bjartur B. Thomsen, ið saman byrjaðu klinikkina í november 2019.

Til ber at lesa meir um NB Fysioterapi á heimasíðu teirra, www.nb.fo.