Navngivin persónur: Eg skal knúsa teg
Ein navngivin persónur, hevur nú hótt Jesper Dahlin, so álvarsamt, at hann hevur følt seg noyddan at melda tilburðin til løgregluna í Danmark, sum letur málið upp í hendurnar á starvsfeløgunum í Føroyum.
Málið um burturflytingina av børnunum hjá Jesper Dahlin, hevur nú ikki bara skelkað í Føroyum. Í Danmark eru tey minst líka nógv skelkaði, ikki minst av, at tað hevur eydnast at hildið børnunum , tveimum dreingjum føstum hjá einari føroyskari pleygufamilju í tvey ár.
Meðan hendan sakin koyrdi í rættinum yvir fleiri mánaðir, verða dreingirnir tiknir fra mammuni av barnaverndini, sum ikki halda, at hon var egnað, sum foreldur. Rætturin kom til somu niðurstøðu aftaná at fleiri serfrøðingakanningar av pápanum, sum nú hevur fullan foreldramyndugleika yvir báðum dreinginum.
Men mamman, sum varð meldað fyri at hava burturflutt sonin, fekk ein ávegis dóm um metalkanning, og seinni fekk hon eitt ára fongsul, harav ellivu mánaðir vóru treytaðir, men hetta hevur fingið ilt í onkran, so ilt, at Jesper Dahlin, hevur fingið sera álvarsamar hóttanir frá navngivnum persóni á Facebook.
Hesar skuldsetingar eru sera álvarsamar og persónligar. Tað verður m.a. eisini sagt. Tú sleppur ongantíð aftur at síggja tínar dreingir aftur, og um eg síggi teg so skal eg knúsa teg sundur og saman. Tapari!
Í framtíðini fari eg at hava tínar dreingir. Eg og mamman hava tað fantastiskt saman, skrivar hesin navngivni persónurin.
Eg skal knúsa teg, og tú sært ongantíð dreingirnar aftur.
Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.
Keypið blaðið á netinum:
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Tekna hald her: oyggjat@olivant.fo
Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.