Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Navna- og búmerkjakapping

Eldramálið bjóðar til hugskotskapping um nýtt navn og búmerki til felagið. Freistin at lata uppskot inn er 15. august

Tíðindaskriv

Á stovnandi aðalfundinum hjá Eldramálinum varð samtykt at skriva út navna- og búmerkjakapping.

Nevndin ynskir eitt navn, sum fellur væl og sum samljóðar við virksemið hjá felagnum. ** Uppskotið skal latast inn í tveimum afturlatnum brævbjálvum:

• Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við frágreiðing um, hví tygara uppskot er hóskiligt. Merkið brævbjálvan “Navna- og búmerkjakapping”.

• Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara. Hetta er fyri at nevndin ikki skal síggja navn á viðkomandi. Merkið brævbjálvan “Luttakari og uppskot”.

Nevndin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at velja. Virðislønin fyri besta uppskotið er kr. 3000,00.

Somuleiðis tilskilar nevndin sær rætt til at velja navn ella búmerki frá hvør sínum uppskotsstillara. Virðislønin er tá kr. 2000,00 fyri hvørt.

Innkomin uppskot verða viðgjørd av hesi dómsnevnd: Rúna Sivertsen, Hanne-Dot Ludvig, Betzy Ludvig, Mary Antonsdóttir, Kirstin Simonsen, Tóra Tórgarð, Torkil Skála og Victoria Absalonsen.

Uppskot skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 15. august 2013. Vinnandi uppskotið verður almannakunngjørt 30. august 2013.

Eldramálið

Postsmoga 2007

110 Tórshavn