Náttarhondbóltur í Vestmanna
Eftir JÓN KRAGESTEEN:
Mikudagin og hósnáttina 17. og 18. oktober verður náttarhondbóltur í Vestmanna.
Fyrireikararnir í VÍF eru sera spentir til tiltakið, tí undirtøkan hevur verið sera góð, heili 46 lið eru tilmeldað í aldrinunum U10 til U14. Leikararnir gjalda 50 kr. í luttøkugjaldi. Umframt at vera við í kappingini, fáa leikararnir eina T-shirt og okkurt góðgæti.
Endamálið er at hava nakrar stuttligar tímar saman. Í høllini ber til at keypa Sandwich, drykkjuvørur, góðgæti o.a. Tað kostar einki at koma í høllina, men foreldur kunnu keypa kaffi, køkur vm. Les meira um dystarskrá o.a.
Tað er Martin Ritto, sum stendur fyri tiltakinum fyri VÍF og eru spurningar til hansara, so er at ringja til 228277 ella at senda teldupost til martin_ritto@hotmail.com
Byrjað verður mikudagin 17. okt kl. 13 og síðsti dystur er hósmorgunin kl. 07.40
Dystirnir eru 1×13 min og tíðin verður ikki steðgað í dystunum. Finalurnar í U12 og U14 eru 2×9 og hálvleikur er í ein minutt
Dystarskráin kann síggjast við at trýsta á linkin:
http://www.hsf.fo/?p=6078#more-6078