Námsfrøðingar verða ikki nakað virðismettir
Tað er ikki til at skilja, at landsins myndugleikar virða ein heilan arbeiðsbólk so lítið sum tey gera. Hetta eru altso menniskju, sum forma okkara børn, ansa teimum, nussa um tey, troysta tey tá tey eru kedd, ugga og hjálpa tá tey fáa ilt, ja tey taka sær av okkara framtíð. Og ein annar veruleiki er, at tey smáu síggja, í nógvum førum, meira til hesi enn síni foreldur.
Tað er ófatiligt, at mann við einum smíli, gevur 250 milliónir til aðar samfelagsbólkar, og fíggjar hetta, við at veita hesum smáu eina sera, sera ótrygga framtíð í takkaløn. Við einum smíli, letur mann eini 300-400 milliónir av landsins ognum til eina elitu, sum hevur meir enn ríkiligt frammanundan, og tað er eisini ogn teirra smáu tey so fegin geva burtur fyri onki. Hetta tí tað er neyðugt, vit muga stuðla okkara vinnulívið, verður sagt. Tað er alt samalt ein sera løgin logikkur, serliga tá mann arbeiðir so hart fyri, ikki at stuðla okkara børnum sum jú er okkara framtíð. Tað er munur á hvussu nógva orku mann hevur nýtt, til at geva burtur av fæið landsins og lætta um hjá teimum ríkastu, enn tann orka, sum hevur verði nýtt til at tryggja okkara framtíð, sum jú er okkara børn.
Í hesum høpi er tað sera láturligt, at tað kanska snýr seg um 4-5 milliónir, ið skiljir partarnar. Fíggjarmálaráðharrin, fyri tey fáu, metti, at 220 kr um mánan var meir enn nokk, men best hevði verið, at geva hesa hækking til teir lægri løntu námsfrøðingarnar, so hini máttu standa í stað. Til samanlíkning kann, til stuttleikar nevnast, at sami maður gevur einum lærara við millumstarvsaldri, sum eins og námsfrøðingar, tekur sær av okkara børnum, 2500-3000 kr. um mánan, 30000-36000 kr. um árið.
Grundgevingin til hesar gávur hava verið, at hesi, lærarafólk og onnur, fóru at gera íløgur í vinnulívið, stuðla nýggjum vinnum, og soleiðis skapa arbeiðspláss. Tað er bara ófatiligt at so lítið er til av viti. Hugsar mann veruliga at hesi nú fara inn í pelagisku vinnuna, genfrøi ella orkuteknologi? Vit hava altso 2012. Hesir lættar verða nýttir til nýtslu ella uppsparing, og tað fer so at síggjast á landsins halli mótvegis útheiminum seinni.
Hvussu nógv kostar so henda trætan hjá Jørgin Niclasen. Um roknimeistarin, sum roknaði uppá pensjónirnar, eisini roknar uppá hetta, fáa vit neyvan tey røttu tølini. Men eins og í pensjónsmálinum, dugir vanligi borgarin so sanniliga at rokna, hvat hetta kostar samfelagnum. Eitt er so hvat tað kostar í krónum, men hvat kostar tað ikki í trupuleikum fyri vanligu arbeiðsfólkini, og hvussu hart raktar eru ikki tær familjur við børnum við serligum tørvi.
Nú skal mann ikki ákæra fíggjarmálaráðharran fyri hava vit og skil, og vera dugnaligan politikkara, men sum familjumaður átti hann at virt tey fólk, sum taka sær av hansara børnum, sum annars arbeiða hvønn dag fyri, at hann, saman við nógvum føroyingum kunna róliga fara til arbeiðis.
Ein láglønarbólkur við smáum ynskjum, sum ikki verða vird, hóast tey skapa okkara framtíð.
Levi Mørk, námsfrøðingur og býráðslimur