Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lærarar hjá námsfrøðingunum, sum fingu prógv fyri 25 árum síðan: Aftast úr vinstru standa Árni Hansen, Heri Kragesten, Pauli Nielsen og Sigrid Dalsgaard. Sitandi úr vinstru eru Jorun Simonsen, Sjúrður Poulsen og Jógvan Telling.

Námsfrøðingar hátíðarhildu 25 ára dag

Í sambandi við at 25 ár eru liðin síðan fyrstu námsfrøðingarnir fingu prógv á Føroya læraraskúla, var hátíðarløta í hølunum hjá Pedagogfelagnum.

Útbúnir námsfrøðingar frá Føroya Læraraskúla í 1990 – teir fyrstu yvirhøvur av Læraraskúlanum, fyrrverandi lærarar, nevndarlimir í Føroya Pedagogfelag o.o. vóru við til hátíðarhaldið leygardagin.

Saman við góðum til matna, røðum og guitartónleiki hjá David Eriksen, mintust lærarar og fyrrverandi næmingar aftur á góðar løtur á Læraraskúlanum, í starvsvenjing og á uttanlandsferðum, m.a. í Noregi og Svøríki.

Pauli Nielsen, fyrrverandi rektari, mintist á hugnaligar uttanlandsferðir, men hann mintist eisini aftur á spennandi byrjanina.

- Umframt okkurt hissini skeið fyri onkrum dagstovni var hetta jú nýtt hjá okkum á Føroya Læraraskúla, og tí trilvaðu vit okkum stundum fram. Men hendan tíðin saman við tykkum næmingum var rættiliga spennandi og lærurík, segði rektarin millum mangt annað.

Sjúrður Poulsen, fyrrverandi lærari, fegnaðist um at síggja hesar fyrrverandi næmingar sínar aftur. Hann hevði eisini eina áheitan á teir:

- Tað er so umráðandi at røkja málið, og at læra børnini at tosa rætt, serliga at benda. Eg hoyrdi hendan dagin í útvarpinum tveir mans tosa. Tá teir vóru lidnir, takkaði verturin fyri. Hin svaraði við at siga “sjálv takk”. Í hesum førinum eitur tað sjálvandi “sjálvur” takk, tí talan var um ein mann. Hetta er sjálvandi eisini ein uppgáva hjá skúlunum, men vælsignaði royni tit eisni, segði Sjúrður Poulsen. - Tveir næmingar myntust eisini við gleði aftur á lestrartíðina. Men tað var eisini við sorgblýdni, tey mintust, tí tvær teirra eru ikki ímillum okkum longur.

Í dag er onki sum eitur Føroya Læraraskúli longur. Hann er lagdur undir Fróskaparsetrið, og rektarin á Setrinum nýtti eisini høvið at siga nøkur orð.


Tað var Pedagogfelagið, sum skipaði fyri hátíðarhaldinum leygardagin. 

 ----------

Brot úr røðu hjá forkvinnuni Forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, ynskti eisini námsfrøðingunum hjartaliga tillukku við 25 ára degnum. Hon segði m.a.:  

“Rætti dagurin er á Kyndilsmessu í ár. Í hesum sambandi hugsi eg, at vit í dag kasta ljós á tykkum, sum slóðaðu fyri og vóru fakkulberarar fyri hesi so týdningarmiklu útbúgving. Útbúgvingin sum námsfrøðingur er samfelagsligi grundarsteinurin, og tann týdningarmesti lærdómurin nakar kann nema sær.

Eg ímyndi mær tann dagin tit byrjaðu útbúgvning tykkara, eg síggi tykkum sum kópar sum koma upp á land og kasta av tykkum hamin, meðan tit dansa og liva sum vanlig livandi menninskju, eina løtu meðan eingin sær. Í gjár stó kópakonan í veruligum andgletti í briminum og ringastu ætt í Mikladali á Kallsoynni. Hon stó tó stinn og líka vøkur eftir óvusligu og sundurbrótandi brimskolini. Aldurnar reistu seg hóttandi og megin var øgilig, men ikki nóg stór til at koppa standmyndini. “

Kravdi dirvi “Tað er eingin ivi í mínum høvdi um, at tað et nema sær útbugving sum námsfrøðingur í Føroyum fyri 25 árum síðani, var nakað sum kravdi dirvi og eina serliga tráðan eftir at gera mun. Ivist ikki í, at fólk sóu tykkum við vanvirðing og undran. Tað verður stafest í bókini “Hygg pedagogarnir eru komnir”, har kenda skaldið Jóannes Nielsen, sigur soleiðis:

“Í sjeytiárunum vóru pedagogar illa lýddir. Teir vóru sagdir at máa støðið undan teirri klassisku móðurrolluni. Flestar konur so væl sum menn omanfyri tey fjøruti beinleiðis hataðu pedagogar. Vart tú pedagogur, vart tú samstundis hassjari. Og flestu hassjarar vóru vóru kommunistar, og kommunistar vóru pr. definisjón annaðhvørt lesbiskar ella homoseksuellir. Við øðrum orðum var talan um eitt vandamikið fólkaslag, sum hótti tey ektaðu føroysku kristiligu virðini.” Á fakfagnaðinum í 2012, hoyrdu vit hvussu undangongukvinnurnar, Katrin Petersen, Sólvá Johannesen og Julianna Næss, søgdu frá søgu okkara, hvussu umstøðurnar vóru tá og hvussu fólk í samfelagnum reageraðu uppá námsfrøðingar. Onkur segði seg vera sparkaða og spýtta eftir, onkur var skýrd at vera vandamikil fyri børnini og samfelagið sum heild. Purpurlitta blæan, gummistúvlarnir og ryggsekkurin og so hasar litríku mynstrutu troyggjurnar tey gingu í, høsnamynstur, harragud.”

Vandamiklir pedagogar Gamli grannin hjá ommu og abba mínum í Nólsoy, politikkarin Juul Jacobsen, segði, at allir “gogar” og “logar” eru vandamiklir, ja meira vandamiklir enn atombumban. Sonur sama politikkara, sum varð borgarstjóri í Nólsoy, tá barnagarður lat upp í oynni, segði seg als ikki skilja hví kvinnur skuldu nema sær útbúgving fyri at ansa børnum. Mamma hansara aldi upp fleiri syskin uttan at hava nakra útbúgving. Tað hava flestu mammur í Føroyum gjørt og tað fara tær at gera í allar ævir. Í dag eru bæði beiggi og dóttur borgarstjóran útbúgvin námsfrøðingar og heimurin og fatanin er vorðin ein onnur. Atombumban er framvegis ein hóttan og enn er langt á mál.

Størsti vandin fyri ikki at vinna fulla viðring, er, sum eg síggi tað í dag, frá politkkarans síðu. Har liggur stóra stríðið í dag. So leingi politiska hugsanin bert er, at skapa karmar og byggja ella keypa bygningar til námsfrøðiligt virksemi, fyri síðani at spara uppá raksturin, so mikið, at tað gongur út yvir námsfrøðiliga innihladið, so er námsfrøðin í vanda og hevur ikki vunnið tað pláss hon hevur uppiborið.

Tit eru undangongufólk og saman við kópakonuni í brimunum í gjár, hava tit víst, at tit megna tær stóru skolurnar, tey ógvusligu brimbrotini og at tit standa eins stinn tá sjógvarnir hava lagt seg aftur. Kanska er tað tá ódnirnar leika á og brimið dunar, at vit veruliga fáa høvi til at prógva, at ta útbúgving tit hava nomið og tað starv tit í dag røkja er heimsins týdningarmiklasta”, segði Maud Wang Hansen millum annað í røðuni.

Kelda: 
http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/namsfroedingar-hatidarhildu-25-ara-dag-301/