Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Námsfrøðingar eru eisini serfrøðingar

Tað av sera stórum týdningi, at politikarar, bæði lands- og kommunalpolitikarar lurta og skilja ta ráðgeving, tey fáa frá okkara serfrøðingum, námsfrøðingunum.

Vit hoyra í dag eina breiða umrøðu av, hvat fólkaræði er. Hetta sprettur úr einari ávísari ónøgd við, at fleiri í okkara samfelag uppliva ikki, at fólkaræðið virkar. Hvat vil tað siga, og hvat meina tey við? Vit hoyra akademikarar siga, at politikarar ikki lurta eftir vitan og ráðgeving frá serfrøðingum. Vit hoyra onkran siga, at politikarar ikki skulu lurta eftir serfrøðini. Onnur siga, at tað er nóg mikið, um politikkarin lurtar eftir serfrøðini, men at politikkarin ikki neyðturviliga skal gera sum serfrøðin sigur.

Mín greiða fatan er, at tað setur fakligheitina og politiska trúvirðið í beinleiðs vanda, um ikki verður lurtað eftir fakligu ráðgevingini. Eitt er politiska skipanin og teirra egna embætisverk. Eitt annað eru øll tey starvsfólk, sum við sínari fakligheit dagliga virka sum serfrøðingar á sínum arbeiðsøki. Tað veri seg bæði á landsins stovnum og á kommunalum stovnum.

Sum størta fakfelag á almenna økinum í Føroyum, varða vit av arbeiðsviðurskiftunum hjá umleið 2000 starvsfólkum. Av teimum eru allar flest kvinnur í burðarførum aldri. Hesin samfelagsbólkur er viðkvæmur, og vit síggja í alt ov stóran mun, at hesin samfelagsbólkur stingur í sekkin og flytir av landinum. Av ymiskum orsøkum og eisini av orsøkum, sum vit sum fakfelag ikki vita nakað um. Tó, tær orsøkir, vit kenna og vita nakað um, hava vit eisini skyldu at seta orð á og rópa varskó um.

Niðanfyri eru nevnd fleiri viðurskifti sum kunnu broytast, og sum vit sum fakbólkur kunnu vera við til at betra um, og tí er tað okkara skylda at gera vart við okkum. Um politiska skipanin, sum í okkara føri er arbeiðsgevarin hjá limunum, ikki lurtar eftir ráðgeving og áheitanum frá fakfólkunum, námsfrøðiligu leiðarunum, so gongur tað galið.

Dømi um hví limir okkara flyta úr Føroyum eru millum annað:

• At tað er alt ov trupult at fáa eitt fulltíðarstarv innan okkara sáttmálaøki.

• At lønin er so lág, at tað er nærum ógjørligt at kunna forsyrgja sær sjálvum við bert einari løn, og at tað ber als ikki til við einari niðursettari løn.

• Ótrygg setanarviðurskifti, tá barnatalið á dagstovnum minkar.

• At arbeiðsumstøðurnar nógva staðni eru so vánaligar, at tað letur seg ikki gera at arbeiða fulla tíð.

Orsøkirnar til, at arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar, eru millum annað:

- Ov nógvur larmur frá børnum. Onign avloysari, um føst starvsfólk eru sjúk ella í feriu.

- Lítil og onign førleikamenning.

- Ongin tíð til at eftirmeta tað pedagogiska arbeiðið.

- Torført at halda pausur.

- Ov fá starvfólk og tískil trupult at røkka endamálinum í dagstovnalógini umframt at røkka teim krøvum, sum arbeiðsgevarin og politiski myndugleikin stingur út í korti. 

- At 40 tímar eru ov nógvir tímar at arbeiða um vikuna.

- At okkum tørvar fasta áseting av normering, og hava vit bert vegleiðandi tølini frá Almanna- og heilsumálastýrinum, sum alsamt ikki verða fylgd, hóast tey eru bygd á eitt minstamark fyri, hvat er forsvarligt.

Spyrja vit so nærri um, hví larmur er ein trupulleiki, so hongur tað millum annað saman við, at hølini ikki eru vælegnað til nógv børn, at barnatalið er ov høgt til tann stavsfólkahóp, sum er, og serliga tá starvsfólk mangla, og eingin avloysari verður settur í staðin. Hetta førir við sær, at tað er trupult at býta barnahópin í smærri bólkar og kanska fara út við nøkrum børnum, meðan onnur eru inni. Pausur eru av sera stórum týdningi fyri trivnaðin hjá starvsfólkum og fyri bæði kropsligu og sálarligu heilsuna. Starvsfók kenna tað trupult at halda pausur, um tað mangla starvsfólk inni á stovunum, og tað er ikki gott.

Fyrireikingatíðin, sum varð staðfest í sáttmálanum við seinastu samráðingar, hevur skapt stórar frustrasjónir hjá limum okkara, bæði hjá leiðarum og hjá starvsfólkum. Endamálið við orðingini í grein 10 í sáttmálanum fyri pedagogar er júst, sum tað stendur: “Hjá pedagogum og hjálparfólki á dagstovnum skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.”

Hesi orðing kann eingin ivast í, tó er tað so, at politiski myndugleikin má bera so í bandi, at hetta kann førast út í verki. Um leiðarin á tí einstaka dagstovninum ikki fær karmar til at geva starvfólkunum hesar sømdir, sum sáttmálin ásetur, so er tað at meta við sáttmálabrot. Hetta setur leiðaran í eina ringa støðu, og tað kunnu uppstanda konfliktir millum starvsfólk og leiðara, sum er púra órímiligt, tí leiðarin fær ikki broytt játtanina. Tað fær bara umsitingin hjá politiska valdinum, sum er arbeiðsgevarin.

Júst tað sama er galdandi, tá lønirnar fara upp í samband við sáttmálasamráðingar. Tá er neyðugt at tillaga einstøku játtanirnar, annars hongur tað ikki saman, og ein meirkostnaður førir við sær, at starvsfólk mugu arbeiða meira uttan avloysarar, at tey ikki fáa neyðugu tíðina tillutaða til fyrireiking og – enn týdningarmiklari – eftirmeting av sínum arbeiði. Alt hetta merkir til samans eina verri tænastu fyri børnini og teirra foreldur.

Við foreldragjaldinum tryggjar politiski myndugleikin, t.e. arbeiðsgevarin, sær, at ráð eru at rinda fyri tær avtalur, sum eru galdandi á sáttmálaøkinum og sambært dagstovnalógini. Tað er ábyrgdin hjá leiðarunum at greiða frá, hvat tørvurin er á tí einstaka dagstovninum, soleiðis ar starvsfólk og børn hava góðar umstøður. Leiðarin er fakligi serfrøðigurin og ger tí sína skyldu mótvegis bæði starvsfólkum, børnum og foreldrum og mótvegis arbeiðsgevaranum. Og hesum hevur arbeiðsgevarin rætt og slætt skyldu at lurta eftir og at gera sítt til, at viðurskiftini eru á einum høgum støði, soleiðis at allar reglur verða fylgdar. Tað ber ikki til at fylgja sáttmálunum, um karmarnir ikki eru til tess. Og tað er har, politiska ábyrgdin liggur. Her er ikki talan um leiðslurætt ella tulkingarrætt, hetta er tað, fríu samráðingarnar ganga út upp á.

Eingin kommuna kann veita eina góða tænastu uttan at gjalda fyri hana, tað hon kostar. Og okkara limir krevja ikki annað enn størv, sum geva eina løn, tey kunnu liva fyri, arbeiðsumstøður, sum tryggja teimum góða kropsliga og sálarliga heilsu, umstøður at uppfylla lógar- og sáttmálakrøv og at geva øllum børnum bestu umstøður at mennast og mentast í. Tað sama ynskja foreldur at børnunum, og ikki minst hava børnini ikki uppiborðið annað enn bara tað besta. Tey eru okkara framtíð.

Flyta stavsfólkini, ella flyta foreldrini við teirra børnum, so nyttar lítið, at vit standa eftir við tómum dagstovnum og gyltum lyftum. Hvørja fer ein familja flytir av landinum so flytir ein partur av okkara framtíð við teimum, og tað kann fleirfaldast, hvussu stórar avleiðingar tað fær fyri samfelagið og fyri Føroyar sum heild uppá langt sikt við fleiri eldri og færri, sum arbeiða.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag