Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Námsfrøðingar betra inklusjónina í skúlanum

Nikkil Heinesen, skrivari í Føroya Pedagogfelag, heitir í hesi grein á myndugleikarnar um at brúka námsfrøðingar í undirvísingini í fólkaskúlanum, tí tað er betri, at teir eru partar av undirvísingartoymunum, heldur enn at stuðlar óskipað og tilvildarliga verða settir á hvørt einstakt barn, ið hevur serligan tørv. 

Í grein í Skúlablaðnum vísir Jónleif Johannesen næstformaður í Lærarafelagnum á nakrar trupulleikar og avbjóðingar, ið eru við inklusjón av øllum næmingunum í fólkaskúlanum. Føroya Pedagogfelag tekur undir við honum í, at inklusjónin kann gerast ein ekslusjón, um ikki okkurt verður gjørt fyri at betra um umstøðurnar hjá næmingum, sum hava serliga tørv.

Námsfrøðingar í fólkaskúlan Pedagogfelagið hevur áður víst á, at námsfrøðingar eiga at verða ein náttúrligur partur av starvsfólkatoymum í fólkaskúlanum.

Við tí fakligheidini og teimum amboðum, ið námsfrøðingurin hevur, kann hann í samstarvi við toymið hjá tí ávísa flokkinum betri lofta teimum næmingunum, sum hava tørv á hjálp. Soleiðis kann toymið saman stuðla næminginum í persónligu og bókligu menningini við at taka lut í øllum pørtum av undirvísingini.

Vit halda ikki, at hetta átti at verið eitt fakfelagsligt stríðsmál, men eitt jaligt tvørfakligt samstarv millum fakbólkarnar ið eru í dagsins fólkaskúla. Óskipaðar umstøður Enn hevur man tó ikki ynskt at broytt skipanina, men í staðin verður hildið á at seta stuðlar á hvørt einstakt barnið sær við vánaligum setanarbrøkum og óskipaðum umstøðum.

Skipanin í dag er soleiðis, at eitt tal av tímum verða játtaðir til ein stuðul til hvørt skúlabarnið, ið verður mett at hava tørv á stuðli. Hesir tímarnir verða bert játtaðir fyri eitt skúlaár í senn. At tímarnir til stuðul/námsfrøðiligar tímar bert verða játtaðir fyri eitt skúlaár í senn ger, at óvissa altíð valdar viðvíkjandi næsta skúlaári. Hetta er ikki ein gongd leið.

Krónur, oyru og tímar
Øll, ið arbeiða við menniskjum, vita, at ein menniskjaligur trivnaður ikki kann gerast upp í krónum og oyrum, og í hesum førinum heldur ikki í tímum. Tað ber ikki til at vísa á tøl í námsfrøðiligum arbeiði, tí námsfrøðiligt arbeiði kann ikki gerast upp við einum samanteljingar-úrsliti á niðastu reglu. Heldur ikki ber til frammanundan at vita, hvussu nógva tíð arbeiðið við tí einstaka barninum fer at taka, tí hvørt barnið skal loftast júst á tí støðinum, har tað hevur tørv á at verða møtt.

Jaligir viðleikarar
Tað eigur at bera til, at námsfrøðingur verður settur í fast starv, soleiðis at næmingarnir kunnu verða fylgdir øll skúlaárini, heldur enn nakrar tilvildarligar – og ofta ov fáar – tímar um vikuna. 

Lat hetta verða ein áheitan til avvarandi myndugleikar. Føroya Pedagogfelag ynskir at bjóða okkum fram sum ein jaligan viðleikara at geva øllum landsins børnum og ungum ein virðiligan gerandisdag í einum mennandi og góðum umhvørvi.

Nikkil Heinesen
Skrivari, Føroya Pedagogfelag