Námsfrøðiliga Ráðgevingin og Sernám felags deild í Klaksvík
Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar Kommunu og Sernám hjá Mentamálaráðnum eru framvegis formliga hvør sín stovnur, men hesar báðar tænastur eru nú undir sama taki í Klaksvík, har Jórun Niclasen er leiðari fyri báðar.
Eftir samráðingar gjørdu Mentamálaráðið, Klaksvíkar Kommuna og Sernám í summar samstarvsavtalu um at lata upp eina felags deild fyri Sernám og Námsfrøðiligu Ráðgevingina (stytt NR) hjá Klaksvíkar kommunu. Í juli mánað varð samstarvsavtalan góðkend av landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø.
Bæði NR og Sernám veita tænastur til børn við serligum tørvi ella ymiskum trupulleikum, ávíkavist í ansingarskipanini og í skúlanum.
Betri tænastu og samskipan
Endamálið við samanleggingini er at samskipa tænasturnar og virksemið hjá Sernámi og Námsfrøðiligu Ráðgevingini, soleiðis at hesir báðir stovnar í felag kunnu veita børnum og ungum við serligum tørvi/trupulleikum eina betri tænastu. Eisini vil hetta einfaldgera skipanina, við tað at bæði borgarar og stovnar hava eitt og sama stað at venda sær til.
Ætlanin er, at skipanin skal virka í eitt ár og síðani eftirmetast. Við støði í hesum verður eitt tilmæli gjørt um framtíðar bygnað.
Nýggja felags deildin heldur til í niðastu hædd í Barnahúsinum Margit við Traðagøtu í Klaksvík, har kommunan hevur gjørt og innrættað hølir til endamálið.
Umráðandi at vera í nærumhvørinum
Nú skipanin er mannað sambært nýggja bygnaðinum, vóru Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, sosialnevndarforkvinna, fríggjadagin 2. desember 2011 á vitjan, har tær hittu leiðaran og starvsfólk.
Har fingu tær høvi at síggja umstøðurnar hjá starvsfólkunum og skifta orð við tey um tær tænastur, ið deildin veitir borgarunum í Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum.
Tær báðar leggja dent á, at Klaksvíkar Býráð – í samráð við Mentamálaráðið – hevur lagt stóra orku í at fáa hesa felags deildina skipaða í Klaksvík, tí kanningar vísa, at tað hevur sera stóran týdning fyri menningarmøguleikarnar hjá børnum – eitt nú tey við lesiveikleikum – at tey fáa serkøna hjálp so tíðliga sum tilber.
Tí er ógvuliga umráðandi, at ein slík tænasta liggur í nærumhvørvinum, eisini her í Norðoyggjum, soleiðis at hjálpin og serkunnleikin støðugt er á staðnum og harvið allatíðina kann hava eitt vakið eyga og gera eitt dygdargott arbeiði, til frama og menning fyri tey, sum hava tørv á hjálp til tað.
Endamál og starvsfólk
Í grein 5 í dagstovnalógini er ásett, at “børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi”, og víðari sigur sama lógargrein, at “til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð”.
Tað er við støði í hesi lógargrein, at Klaksvíkar kommuna hevur sett NR á stovn í kommununi, har høvuðsendamálið er at gera eitt fyribyrgjandi arbeiði, til frama fyri menningina hjá teimum, ið hava tørv.
Starvsfólk eru: *Jórun V. Niclasen, leiðari og námsfrøðiligur ráðgevi, *Judith Thomsen, skrivari, *Kristianna Johannesen, námsfrøðiligur ráðgevi og familjuráðgevi, og *Unn Matras, námsfrøðiligur ráðgevi.
Sernám er stovnur undir Mentamálaráðnum, hvørs endamál er: “at veita sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0–18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning”.
Starvsfólk í Sernámi deildin í Norðoyggjum eru: *Jórun V. Niclasen, leiðari, *Judith Thomsen, skrivari, *Rógvi Thomsen, námsfrøðiligur ráðgevi, *Marjun Nielsen, sálarfrøðingur, *Kirstin Nesá, talupedagogur.
(Kelda: Norðlýsið)