Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NAMMCO: Havið er svarið

Forsøgnin sigur, at vit verða 9.1 milliardir fólk í heimunum í 2050. Skal nóg mikið av mati vera til øll hesi fólkini, má heimsins matvøruframleiðsla hækka við 70%. Tá leitað verður eftir loysnum uppá væntaða matvørutrotið eru fá, ið hugsa um ótroytta tilfeingið av proteinríkum kjøti frá havsúgdjórum. Hetta var eitt av umrøddu málunum á NAMMCO-ráðharrafundinum, sum Johan Dahl luttók á í sambandi við, at 20 ár eru liðin, síðani NAMMCO varð stovnað.

Nú 20 ár eru liðin, síðani NAMMCO avtalan varð undirskrivað og kom formliga í gildi, luttók Johan Dahl, vegna løgmann, mánadagin 10. september á ráðharrafundi í Svolvær, Lofoten. Harafturat luttóku Ane Hansen, grønlendski fiskimálaráðharrin, og norski fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen. Kristján Skarphéðinsson, aðalstjóri í nýggja íslendska aðalráðnum Atvinnuvega- og nýsköpunarráðuneytið, umboðaði Ísland, tí fiskimálaráðharrin Steingrímur Sigfússon fekk forfall.

Endamálið við fundinum var at viðgera framtíðarmenning av NAMMCO á politiskum stigi.

Staðfest varð, at hesi 20 árini hava prógvað, at NAMMCO hevur virkað til lítar við støði í grundarlagnum fyri felagsskapinum, nevniliga samstarv um vernd, umsiting og gransking av hvali og øðrum havsúgdjórum í fullum samsvari við ásetingarnar í havrættarsáttmálanum. Semja var um, at NAMMCO hetta 20 ára skeiðið hevur staðið royndina sum ein álítandi umsitingarstovnur við sterkum vísindaligum grundarlagi.

Síðani var áhugavert kjak um heimsstøðuna innan matvørutrygd (food-security) og framtíðarútlitini. ST felagsskapurin fyri matvørur og landbúnað, FAO, hevur víst á, at við verandi fólkavøkstri verða vit 9.1 milliard fólk í heiminum í 2050. Grundað á tølini fyri heimsmatvøruframleiðslu í ár merkir hetta, at skal eingin líða hungur í 2050, má matvøruframleiðslan hækka við 70%. Størsti parturin av hesi hækking má koma úr havinum, tí tað er ikki nóg mikið av tøkum landøki til at víðka munandi um landbúnaðin.

Tað er tó ikki einans ein spurningur um nóg nógvan mat, men rættan mat, t.v.s. mat við nøktandi protein- og vitamin innihaldi. Víst varð á væntandi gagnnýtslu av burðardyggum veiddum havsúgdjórum sum alternativt tilfeingi. Hetta er matur, ið hevur høgt protein-innihald. Summi sløg, eitt nú barduhvalir, ið liva av krill, eru lítið og einki dálkaði, so talan er um heilsugóða føði.

Staðfest varð, at við hesum útlitum er tað beinleiðis ábyrgdarleyst at ignorera stóru nøgdirnar av føðslu- og proteinríkum tilfeingi, ið eru til taks. Heitt varð tí á NAMMCO um at fáa gjørt eina meting av, hvussu nógv tons av tvøsti kundi verið fingið til høldar, uttan at stovnarnir verða hóttir.

Johan Dahl vísti í hesum viðfangi á, at eitt gott grindaár í Føroyum sæst aftur í búskapinum, tí tá verður tilsvarandi minni keypt av innfluttum kjøtvørum. Hetta hildu hini vera áhugavert og norski ráðharrin harmaðist um, at norðmenn ikki longur í eins stóran mun eta hvalatvøst, tá tað bæði er ríkt í proteinum og lokalt atkomuligt.

Semja var um, at londini áttu at gjørt meira við at kunna um fyrimunirnar við gagnnýtslu av havsúgdjórum, bæði lokalt og globalt. Um heimurin sær, at burðardygg veiða av havsúgdjórum kann vera partur av loysnini uppá matvørutrotið, er hugsandi, at hugburðurin hjá fleiri av mótstøðufólkunum ímóti hvalaveiði hevði broytst.