Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NAKRIR SPURNINGAR AFTURAT TIL HAVSTOVUNA ...

NAKRIR SPURNINGAR AFTURAT TIL HAVSTOVUNA Í SAMBAND VIÐ SAMRØÐUNA HJÁ JAN ARGE FISKIFRØÐINGUR HEVÐI VIÐ ÚTVARP FØROYA UM MAKREL TANN 9 FEBRUAR 2012.

Eins og nevnt til fyrstu spurningarnar so snúði samrøðan seg um hvørja ávirkan, ið makrelur hevur ella kann hava á botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Samrøðan tekur støði í einari verkætlan ið nevnist ”Makrelur á Landgrunninum.

Hetta sera áhugaverda evni er eitt álvars mál.

Reiðarafelagið hevur í einum roknistykki víst á at makrelurin etur minst 650.000 tons av føði (umroknað til gagnfisk) í føroyskum sjógvi (útgangsstøði: veiðan 640 tons svarandi til 20% av stovninum fyri mánaðirnar juni, juli august). Um øll føðin var æti vildi makrelurin eti um 1,5 til 1,8 milliónir tons.

Verður støði tikið í fyrra talinum 650.000 tons, so nýtist yngul parturin bert at verða ein brøkpart % ,av føðini hjá makreli, fyri at ein stórur partur av ynglinum frá eitt nú toski og hýsu er etin..

Nevnast skal, at Jan frammanundan at verkætlanin ”Makrelur á Landgrunninum” fór í gongd, róði framundir, at makrelur ikki hóttir tosk, upsa ella nebbasild . Hetta sæst í blaðnum ”MiðMagn og Magnið, nr. 7 frá 2010” hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Ført verður fram í samrøðuni, at tað er einki ið týður uppá, at makrelur hevur nakra beinleiðis ávirkan á tosk, hýsu og upsa undir Føroyum. Ført verður eisini fram, at føðin fyri tað mesta er æti.

Um ein slík niðurstøða skal gerast í samband við biologiskar kanningar í náttúruni, er neyðugt við sera nógvum og umboðandi prøvum. Náttúran er sera fjøllbroytt og tí eru frávikini stór. Prøvarnir mugu verða tiknir soleiðis, at teir dekka alt Føroya øki, bæði til stað og dýpi, til allar tíðir av árinum, tá ið makrelurin er undir Føroyum. Eisini er sera umráðandi, at fáa fatur á makrelinum, áðrenn sodningin ger av við verurnar, ið makrelurin hevur í maganum. Helst má makrelurin til prøvarnar fiskast við dorg ella snellu, fyri síðan at frystast ella kannast beinanvegin. Makrelur er ein fiskur ið hevur eitt sodningarlag, ið sera skjótt upploysur føðina; annars hevði hann ikki kunna tikið so nóg uppá í vekt, sum hann ger uppá so stutta tíð.

At siga, at makrelurin onga beinleiðis ávirkan hevur á tosk, hýsu og upsa er ein sera sterk niðurstøða. Ein niðurstøða ið sigur at eitt fyribrigdi onga ávirkan hevur er “absolut” og er sostatt ein nógv sterkari niðurstøða, enn ein niðurstøða, ið sigur at eitt fyribrigdi hevur ávirkan.

Fyri undirritaða er eingin munur á um makrelurin hevur beinleiðis ávirkan ella óbeinleiðis ávirkan. Tað áhugaverda er at fáa vitan vitan um hvussu stór samlaða ávirkanin er á vistskipanina sum heild, herundir eisini ávirkanin á tosk, hýsu og upsa.

Jan heldur tó ein ventil opnan, tá ið hann sigur, at einki yngul av botnfiski er funnið “enn”. At funnin verða yngul av botnfiski metur undirritaði bert er ein spurningur um tíð.

At føðin hjá makreli undir Føroyum fyri tað mesta er æti, er ikki nakað nýtt, men heldur ein sjálvfylgja vegna tað nøgd ið makrelurin etur. Um leita verður á alnótini t.d. á Google eftir “raud åte”, so sæst, at reyð æti er nógv størsta føðikelda í norðuratlandshavi umleið 100 – 150 milliónir tons. Æti hevur skel og tí tekur sodningin langa tíð og av hesi orsøk, er æti nemt og ofta at finna í magakanningum. Hinvegin verður rokna við, at tað tekur sera lítla tíð at sodna eitt rogn ella eina blommularvu.

Við tøknini, ið er tøk í dag, so nýtist einum ikki at verða serfrøðingur fyri at kunna seg um ymisk viðurskifti. Á alnótini finnast upplýsingar um nærum alt. Verður farið at leita eftir upplýsingum um føðina hjá makreli so kann googlast t.d. “hvad spiser makrel” ella “what is feeding the mackerel” ella okkurt líknandi.

Onnur dømi um føðina hjá makreli eru at finna í fylgjandi greinum .

“ Mehl, S. and Westgård, T. 1983. The diet an consumption of mackerel in the North Sea (a preliminary report). ICES CM/H:34. ”

Hetta er stórsta magakanningar verkætlan í Nordsjónum. Ì shesari kanning etur makrelur nógvan yngul og smáfisk av øllum møðuligum slagi.

” D.P. Swain and A.F. Sinclair 2000. Pelagic fishes and the cod recruitment dilemma in the Northwest Atlantic.”

Hetta er kelda ið Petur Steingrund doktari vísur til í samband við at makrelur ávirkar tosk í Canada.

Íslendingar gjørdu í 2010 eina 25 daga kanningarferð við havrannsóknarskipinum ”Árna Fridrikksson. Endamálið við kanningarferðini var, at meta um hvussu víða makrelurin stendur í íslendskum sjógvi, hvussu hann ferðast og hvørja føði hann tekur.

Tann 22-07-2010 var grein frá túrinum í Morgunblaðinum. Yvirskriftin var henda “Makríllinn eins og ryksuga og tekur allt sem hann nær í” á føroyskum “Makrelur er eins og dustsúgvari og etur alt ið hann fær fætur í”. Í greinini greiður fiskifrøðingurin Sveinn Sveinbjörnsson frá, at mesta føðin er reyðæti og ljósæti og at makrelur eisini tekur onnur djór sum hann fær fatur í, so sum lítlan høgguslokk, lodnu og alt møguligt fiskayngul.

Óansað hvat lisið verður, so sæst at føðin hjá er sera víttfevnandi, mest æti, og at makrelur kann sigast, at eta nærum alt ið at kjafti rekur, eisini nógvan smáfisk. Skal venda aftur um hetta seinri í vikuni.

So fyri at kunna gera eina so sterka niðurstøðu sum boða var frá í samrøðuni við Útvarp Føroya má roknast við, at Havstovan hevur sera nógvar, góðar og altumboðandi kanningar. Roknast má við, at kanningarnar geva grundarlag fyri við nærum 100% at siga sannleikan.

Tá talan er um so sterka niðurstøðu, sum ikki er í samsvar við fleiri aðrar keldur, er áhugavert at fáa lýst fylgjandi spurningar :

1 Hvussu nógvir prøvar eru kannaðir ?

2 Hvussu nógvar prøvar er ætlanin at kanna ?

3 Er ætlanin at fáa ætlanina og niðurstøðuna við í nakað viðurkent tíðarrit ?

4 Hevur makrelurin nakra óbeinleiðis ávirkan á tosk, hýsu og upsa ?

5 Hvussu long er sodningartíðin hjá makreli til æti, rogn, blommularvu og ungfisk ?

 

Meinhard Jacobsen

MSc í Fiskivinnutøkni