Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagfinn Danbjørg

Nakrar viðmerkingar eftir valið 15. septembur

Sambandsflokkurin hevur - við Kaj Leo sum løgmanni - hildið fasta kós, sjálvt um hann eisini innanfloks hevur møtt harðari mótstøðu. Tá fólkaflokkurin pakkaði saman og fór úr samgonguni, skrivaði Kaj Leo ikki út val, so sum fólkaflokkurin av persónligum orsøkum hevði vónað og roknað við, men skaffaði sær nýggjan meiriluta, har tjóðveldi og framsøkn gjørdu bindandi avtalur um fleiri stór og týðandi mál, ið skuldu loysast, áðrenn løgtingsval verður útskrivað.

Samstundis hevur hann ikki slakað so mikið sum ein tumma fyri fólkaflokkinum í fleiri óreglusomum málum m.a. í uttanríkisráðnum og í grannskoaramálinum, soleiðis sum allir aðrir eru vanir at gera, sum hava verið í líknandi støðu. Hetta virðismeta nógv , og Kaj Leo fekk eisini - ikki óvæntað - eitt væl uppiborið herðaklapp á fólkatingsvalinum..

Og hetta verður - uttan iva - eisini at síggjast aftur á komandi løgtingsvali.

Edmund Joensen hevur samstundis profilerað seg sera nógv og hevur indirekta keypt sær atkvøður við blokki og Mærsk, og úrslitið bleiv hareftir.

At flokkurin samstundis førdi kamælónpolitik og soleiðis var bæði fyri og ímóti viðtikna fiskivinnupolitikkinum - alt eftir umstøðunum og búplássinum hjá hinum einstaka politikaranum - vísir bert politiska støði og politiska snildi, tí rokningin fyri henda kontroversiella politik havnaði - eftir øllum at døma - ikki hjá sambandinum. Edmund er góður bridgespælari, so kanska hevur hann víðkað hugtakið: I kort, krig og kærlighed gælder alle kneb. - Í hvussu so er og ikki, so virkaði tað politiska knebið, og bæði Kaj Leo og Edmund fingu atkvøður bæði í posa og sekki. Til lukku við tí.

Fara vit til javnaðarflokkin, so hevur tað havt stóran týdning, at flokkurin hevur skift formann. Tí meðan Jóannes - í mongum førum tá á stóð - heldur vildi varveita maktina enn javnaðarpolitikkin og av somu orsøk boygdi seg óneyðuga fyri fólkaflokkinum, einum flokki, ið annars varð stovnaður fyri at knúsa javnaðarflokkin, og sum í meira enn 70 ár - við hond og fót - hevur arbeitt fyri at forða javnaði og solidariteti bæði heima og úti - var og er ófatiligt, og kostaði, sum rímuligt er, flokkinum dýrt. Ja, 1932 valið spøkti, og tey mest svartskygnu vóru farin at tosa um, at við somu kós fór hann skjótt aftur í ommu sína. Men, men.

Aksel hevur higartil víst seg at vera javnaðarpolitiskt støðufastan í stríðnum fyri góðum úrslitum, ið javnaðarfólk væl kunnu liva við, og sum eru tey best møguligu undir teim givnu umstøðunum. Hann vísir seg bæði at kunna samstarva, tala at sínum egnu og at vera taktikkari. Hetta síðsta hava vit sæð í Sjúrð Skaale málinum, sum eisini hevur givið flokkinum bonus á fólkatingsvalinum. Nú kunnu vit so spent fara at síggja, hvussu hetta spælir av. Verður tað til enn eitt sambandsklípi í Múrinum ella eina føroysk frælsisrødd í slóar vegin á mál. Bert tíðin fer at avdúka loyndarmálið, hóast ivin um, at nakað nýtt fer at henda, hevur yvirtakið.

Tjóðveldisflokkurin, ið hevur lagt mest fyri við bestu vøruni, hevur ikki dugað at selt vøruna nóg væl. Kanska hevur hann gingið út frá, at hon var so frálík, at hon kundi selja seg sjálva. Men so var ikki. Mangir - úr egnum garði - valdu heldur at leypa um bukk fyri at fremja egin áhugamál, enn at bróta upp úr nýggjum og byggja neyðugar brýr og bygningar, og úrslitið kenna vit. Vørurnar vórðu miskrediteraðar og søluvirðið fór í minus.

Hartil kom, at meðan silvurpeningarnir skygdu í eygunum og blendaðu nakrar, dansaðu kryptofascistar við afturstigi um gullkálvin. Politisku verjarnir tóku sær av løttum, tí teir hildu væl til standa. Ímeðan varð hol sett á politiska fundamentið við sniðálopum bæði frá høgru og vinstru, men mest frá høgru, og politiska borgin tók stóran skaða, sum tó kann gerast aftur innan stutta tíð, um neyðug orka verður sett av til tess.

Ikki eigur at verða grátið yvir spilta mjólk, men heldur eiga góð og gomul ráð at verða løgd okkum tað betur í minni m.a. tað, um at vit altíð eiga at vera vakin og ongantíð blindt trúgva nøkrum, men altíð hava kritisku antennurnar úti fyri ikki at risikera at vera um ein háls, áðrenn vit vita av.

Tjóðveldisflokkurin hevur - sum so mangan áður - gingið nýggjar leiðir í einum sera konstruktivum høpi. Tað er hann so fyribils straffaður fyri, men eg ivist onga løtu í, at eitt framhaldandi samstarv við somu flokkar sum nú eftir eitt skjótt komandi løgtingsval fer at vísa seg at vera besta og tryggasta kósin fram móti sjálvbjargni.

Síðani má fólkið sjálvt atkvøða um ta endaligu kósina: framhaldandi sambandsríki ella fullveldi, og tað kunnu vit so øll gleða okkum til og rætta okkum eftir, tá tann tíðin kemur. Og mann hon ikki fara at koma skjótt? Hvør veit?

Annars eigur tjóðveldisflokkurin eisini - sum onkur annar við honum - at halda eitt vakið eyga og eitt opið oyra við teim mongu antiintellektuellu tendensunum serliga á politiska høgravonginum og millum tey religiøst fundamentalistisku, sum hava valt sær fávitskuna til ovasta kunnleika. Tí har, ið tað at pissa í saltan sjógv gevur flest stig, meðan Fróðskaparsetur Føroya verður samanlíknað við Auschwitz, har mong fóru inn, men ongin kom út aftur, er ikki nógv gott í væntu. Ei undur í, at lesandi í útlondunum eftir loknað útbúgving ikki føla seg serliga freistaði av at koma heimaftur í hetta antiintellektuella paradísi.

Tí um handans og andans arbeiðarar ikki í virðing hvør fyri øðrum taka lógvatak saman fyri at finna gevandi loysnir bæði á landi og sjógvi, so vera alt færri og færri at koma heim aftur, samstundis sum fleiri og fleiri fara í onnur lond fyri at verða, tí tá verður onki uttan pissaríið og der untergangskósin fyri framman fyri tey flestu. Hetta má ikki ske. Og tað er ikki nú, men nú, broytingin skal fara fram, um sleppast skal undan óbótaliga skaðanum, ið annars gerst fylgjan.

Tjóðveldi má gera sær langt størri ómak fyri at greiða frá og at tosa serstakiliga við tey, ið á einhvønn hátt verða ávirkaði av teirra lógaruppskotum, soleiðis at uppskotini kunnu tillagast og misskiljingar fáast av vegnum, áðrenn tey verða løgd fram, og tað sjálvt um full semja ikki altíð kann fáast til vega.

Annars er eingin ivi um, at tjóðveldi eigur flestu atkvøðurnar, sum vórðu verðandi heima á valdegnum 15. sep., tí nógv tjóðveldisfólk ikki halda, at føroyingar eiga at luttaka í donskum vali. Eisini fór Sjúrður við nógvum atkvøðum, sum hann ikki fer við á løgtingsvalinum við tað, at hann ikki stillar upp. Hvar tær fara, er ein góður spurningur, ið ikki kann verða svaraður her, men munnu ikki nakrar av teimum enda aftur í tjóðveldisflokkinum? Fiskivinnupolitikkurin spældi óiva eisini eina negativa rollu, men mann koma aftur á rættkjøl við at alt fleiri í flokkinum leggja oyruni til jørðina og síðani gera neyðugar justeringarnar.

Viðvíkjandi fólkaflokkinum er at siga, at tað er fullkomuliga ófatiligt, at hesin gølukendi flokkur við teim gjøgnumsúrgaðu ójavnaskapandi, asosialu og ósolidarisku politisku loysnunum í heila tikið kann fáa bara eitt av sínum mongu høvdum upp undan og tíansheldur heili 19. Einasta troyst er at venda tølunum soleiðis, at lesast kann, at sjálvt um 1/5 av veljarunum halda fólkaflokspolitik vera rættan, so eru tað hóast alt 4/5, ið halda nakað annað. Og Guð havi lov fyri tað. Vónandi kann Kaj Leo halda teimum: på lovens smalle vej, tí tað hevur eingin annar megnað enn - og kanska kann hann verða ein, ið saman við øðrum góðum floksleiðarum og flokkum, ið kann halda fólkaflokkin uttan fyri alla ávirkan, inntil teir hava fingið eina skrá við einum menniskjansligum andliti.

Vit kunnu ikki rokna við, at fólkaflokkurin eigur nakrar av heimagangandi atkvøðunum, tí teir hava slikkað, logið og lefrað fyri somu fiski- og útróðrarmonnum, sum teir annars til dagligt eru heilt og aldeilis og so fullkomuliga líkaglaðir við. Søgan vísir okkum, at teir uttan íhald í meira enn 70 ár einvegis hava verið reiðara-, arbeiðsgevara, stórbónda og vinnurekandi vinur í m ó t i vanligu fiskarunum og útróðrarmonnunum og annars øllum arbeiðsfólki sum heild.

Men úrslitið vísir heilt týðuliga, at vit als ikki hava ráð til at sita hendur í favn og láta sum um, at hin heilaga grøvin er væl vard. Gjøgnum áhaldandi upplýsing má dragast fram í ljósið, hvat hesin flokkur í veruleikanum hevur staðið og stendur fyri, og sum hann annars fjalir við hond og fót, samstundis sum manipulerað verður av grimd. Eydnast okkum at fáa sett ljóskastaran á søgu og veruleika floksins, so skuldi verið góður møguleiki fyri at hálverað hann.

Poul Mikkelsen kláraði seg væl og fer uttan iva at klára seg líka væl til komandi val. Hann er ikki bangin fyri at taka tøk og at leggja rygg til, sum sagt verður. Hevði hann fingið Anniku við, so høvdu tey bæði - uttan iva - fingið ein høgraliberalan flokk upp at standa, ein flokk sum øll kundu respekterað. Eisini tey, ið ikki høvdu sett kross við flokkin á valdegnum.

Miðflokkurin er miðflokkur og verður miðflokkur. Einki er nýtt undir sólini, ella hvussu var tað nú, tað var?

Hann hevur nøkur góð sjónarmið bæði á tí sosiala og á tí tjóðskaparliga økinum, men av tí hann hevur tað fyri við at profilera seg líka nógv eftir reyv sum frameftir, so havnar hann í einum Gl. testamentligum meldri, har alt bert sær út til at koyra í ring, og tá mátin at gera tað uppá saman við hvørjum gerst krumtappurin, so kvalist tað, ið annars hevur størsta týdning: kærleikin til Guð og næstan, og verður millum annað til niðurgering av teimum, ið ørvísi eru. Og tað var væl ikki meiningin, ella?

Hevði flokkurin arbeitt fyri inklusión í staðin fyri eksklusión og hartil knýtt tað sosiala í breiðum høpi saman við stríðnum fyri frælsi. Og harumframt hildið fundamentalismuni úr politikkinum, so hevði miðflokkurin uttan iva fingið vind í seglini og harvið kunnað blivið til eitt vælsignilsi fyri land og fólk. Men sum nú er, fáa teir pluss minus ein tinglim hvørja ferðina, meðan sungið verður: frem til kommoden og tilbavs igen..............

Í sjálvstýrisflokkinum - ella Fínaflokki - eru tey vorðin befongd við kannibalismu. Tey eru í fer við at eta hvørt annað, bert dessertin upp á 2 % er eftir, so er ´alt opspist´.

At hava einans 2 tingmenn, ið er rúkandi ósamdir um týðandi mál, og sum berjast alment í øllum miðlum og haraftrat draga baklandið við upp í stríðið, kan bert føra til politiskan undirgang.

Verður ikki lagt á annan bógv og tað í stundini, so kunnu tey eftirverandi bert eta víðari til einki er eftir og annars biðja síðsta mann ella kvinnu um at sløkkja ljósið, stongja hurðina og avlevera lykilin á Fornminnissavninum.

Um flokkurin livir ella doyr, sær hann - sum er - ikki út til at fáa nakran sum helst týdning. Tó kann hann brúkast sum klípi, um onkur er í knípu. Frammanfyristandandi brot havi eg skrivað, soleiðis sum eg meti støðuna eftir fólkatingsvalið og fyri løgtingsvalið. Kanska onkur - ið metir støðuna ørvísi - letur frætta frá sær, soleiðis at hin einstaki kann gera sær sínar egnu tankar og niðurstøður, sum fara at manifestera seg í gerandislívinum og á komandi valdegi, tá nýtt løgting skal veljast.

Tí valið hevur alstóran týdning bæði fyri okkara vælferð og okkara framtíð sum føroyingar í Føroyum. Lat ongan iva vera um tað.

Dagfinnur Danbjørg.