Nakrar staðfestingar
Høgni Hoydal hevur enn einaferð verið úti við sínum afturvendandi pástandum um hvussu lítlan týdning ríkisveitingin hevur fyri Føroyar. Hann nevnir nakrar sokallaðar ”staðfestingar” og sigur, at ein og hvør kann eftirkanna og meta um tær. Eg havi tikið hann uppá orðið, og havi eftirkannað nakrar av staðfestingunum, og mín niðurstøða er, at har er lítið skil á. Eg skal greiða frá, hví eg eri komin til hesa niðurstøðuna.
Gloymir sína egnu samgongu
Fyrsta staðfestingin sigur, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava sitið saman við politiska valdinum í Føroyum í knapt níggju ár. Tað er ikki rætt. Tað var nevniliga eisini eitt tíðarskeið í 2008, tá tann sokallaða CHE-samgongan sat við valdinum, og júst í 2008 setti vøksturin í almennu útreiðslunum met. Eg skilji væl, at Høgni roynir at látast sum um at tann samgongan ongantíð hevur verið til.
Spardu danskan blokk
Næsta ”staðfestingin” sigur, at Tjóðveldi gav frá sær ein landskassa í 2003, har skuldin var niðurgoldin, og 2,3 mia. spardar upp. Eisini sigur Høgni, at øll árini, meðan Tjóðveldi hevði ábyrgdina, var yvirskot hjá landskassanum, og hvørt ár rindaði landskassin 323 mió. til donsku stjórnina í rentum og avdráttum.
Um vit hyggja í roknskapartølini fyri hesi árini, so síggja vit, at samlaða avlopið frá 1998 til og við 2003 var 2,6 milliardir krónur. Tað var úrslitið aftaná at fullveldislandsstýrið hevði fingið meira enn 5 milliardir í blokkstuðuli umframt aðrar ríkisveitingar, sum liggja uttanfyri blokkin. Tað vil siga, at hvør einasta króna, sum fullveldislandsstýrið spardi upp, og hvør einasta króna, sum bleiv brúkt til at gjalda skuld við, kom í landskassan sum blokkstuðul. Og harumframt rindaði blokkstuðulin 2,5 milliardir krónur fyri rakstrarútreiðslur hjá fullveldislandsstýrinum hesi árini, umframt at aðrar ríkisveitingar rindaðu annan almennan rakstur í samfelagnum.
Tað er løgið, at Høgni nevnir hesi tingini í eini grein, sum hevur til endamáls at vísa, hvussu lítlan týdning ríkisveitingin hevur. Hann hevur jú prógvað tað øvugta.
Er smartur
Sigast má, at Høgni er smartur, tá hann sigur at 2,3 mia. vóru spardar upp, tí hann fær tað at ljóða, sum um at allir hesir pengarnir vóru spardir upp undir fullveldislandsstýrinum. Men heldur ikki tað er sannheit. Har stóð nevniliga ein knøpp milliard á bók, longu tá fullveldislandsstýrið kom til, so teirra partur av uppsparingini var tað minni.
Tølini tala
Víðari sigur Høgni: ”Síðani hevur Sambandsflokkurin sitið við fíggjarmálum og við løgmansembætinum. Teir rindaðu ikki 323 mió. kr. um árið í rentum og avdráttum. Teir brúktu pengar og royndu at oysa so nógvan pening sum gjørligt út í samfelagið.”
Um vit leita í roknskapartølunum og hyggja eftir, hvussu nógvir pengar eru ”oystir út í samfelagið”, so síggja vit, at meðan Tjóðveldisflokkurin sat við fíggjarmálum (1998 - 2003) øktust rakstrarútreiðslurnar í meðal 180 mió. krónur um árið, men meðan Sambandsflokkurin sat við fíggjarmálum (2004 – 2007) øktust rakstrarútreiðslurnar í meðal 144 mió. krónur um árið (altso 36 mió. krónur minni enn hjá Tjóðveldisflokkinum). Í 2008 øktust útreiðslurnar 484 mió. krónur (340 mió. meira enn eitt meðal ár hjá Sambandsflokkinum) og síðani 2008 eru útreiðslurnar øktar í meðal 120 mió. krónur um árið.
Hóast henda veruleikan, so endurtekur Høgni umaftur og umaftur, at ABC samgongan oysti pengar út í samfelagið, og at fullveldislandsstýrið sat tungt á kassanum.
Skaðiligt ella frambrot?
Høgni skrivar síðani, at undir ABC vóru skattalættar latnir fyri 372 mió. krónur á fíggjarlógini.
Av eini ella aðrari orsøk hevur hann fingið sær til vana, at vísa til skattalættarnar hjá ABC-landsstýrinum, men hann gloymir at nevna, at fullveldislandsstýrið gav eisini skattalættar. Undan valinum í 2004 sendi Høgni eitt teldubræv til veljarafeløgini hjá Tjóðveldisflokkinum, sum hann bað tey brúka í valstríðinum. Yvirskriftin var ”Seks ár við Tjóðveldisflokkinum – seks ár við frambrotum”. Eitt av ”frambrotunum” ljóðaði soleiðis: ”Skattalættar eru framdir fyri knappar 400 mió. kr.”
Hvussu ber tað til, at skattalættarnir hjá ABC vóru skaðiligir, meðan skattalættarnir hjá Høgna vóru eitt frambrot?
Reistu okkum úr kreppuni við fullum blokki
Av øðrum ”staðfestingum” úr greinini hjá Høgna kann nevnast, at hann enn einaferð skrivar, at Føroyar fóru ”logandi á heysin við fullum blokkstuðuli”. Hetta ger hann, hóast hann væl veit, at tað er stórur munur á at fara á heysin VIÐ fullum blokkstuðuli og at fara á heysin AV fullum blokkstuðuli. Hann eigur eisini at minnast, at føroyska samfelagið reisti seg aftur úr kreppuni við fullum blokkstuðuli, so tað var ikki har, ið feilurin lá.
Útreiðslurnar vuksu meira enn inntøkurnar
Høgni skrivar eisini: ”Síðani vit tóku hesa ábyrgd í 2001, eru árligu INNTØKURNAR til landskassan VAKSNAR við góðum 800 mió. krónum. Vit hava sostatt nærum eina milliard meira at brúka til vælferðartænastur enn fyri 10 árum síðani. Hetta hava vit sjálv skapað og áttu at verið errin av.”
Um vit hyggja í roknskapirnar, so síggja vit, at talið, sum hann brúkar, eru skeivt. Rætta talið er 645 mió. krónur.
Hvussu Høgni fær 645 mió. at vera tað sama sum ”góðar 800 mió.” og seinni kallar tað ”nærum eina milliard”, er ein gáta.
Inntøkurnar hjá landskassanum vaksa alla tíðina. Tað er einki nýtt. Tað sama gera útreiðslurnar. So hvørt sum búskapurin í landinum veksur, smittar tað yvir á landskassan. Tað hevur einki við blokkniðurskurðin at gera. Tá vil eg heldur siga, at tað fellir í eyguni, at útreiðslurnar eru vaksnar meira enn eina milliard meira enn inntøkurnar síðani 2001 (eg havi longu víst á, hvør sat á kassanum, tá vøksturin var størstur). Vit eru farin frá einum avlopi á næstan 700 mió. krónur til eitt undirskot á næstan hálva milliard. So kann mann sjálvandi kalla tað ”at taka ábyrgd”.
Eg haldi ikki at eg skal gera meira burturúr hesum. Men Høgni bað okkum eftirkanna hansara ”staðfestingar”. Her vóru so nakrar.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin