Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nærverandi og djørv

- tí, Eivør megnar hetta at gera tónleikin um til LØTUNA

Tað skal STÓRT dirvi til at fara frá tí vit kenna á útgávuni SLØR í hesa uppsetingina, men hetta er jú Eivør og hennara leitan eftir nýggjum.

Løgini Salt, Verð Mín og Slør hevur hon her sett upp til eina meira gandakenda uppseting, so ein fær hesa kenslu at verða førdur inn í søgnina um Kópakonuna.

Mann kann so kanska siga, um hetta var rætta høpið fyri hesi løgini, men sjálvur meini eg, at hon nú bara fekk undirstrikað týdningin og tað hon hevur upp á hjartað.

Tað er ongin ivi um, at hon gjarna vil hava okkum at kenna hetta episka - at verða førd niður í dýpið og inn í látrini, har hon fegin vil hava okkum at kenna lagnuna, gleðina, kærleikan og sorgina.

Uppsetingin er sera væl frágingin og soundurin livur sanniliga upp til hetta – at vit skulu sita eftir við hesi kensluni av uppliving og ríkaði við eini frásøgn.

Hetta er ikki bara ein søgn, men er sanniliga eisini viðkomandi í okkara dagliga samfelag, so hevur má eg bara aftur strika undir, at tað saktans ber til at fáa hesa samanrenningina millum episku og tónleikaligu kensluna.

Løgini á “AT THE HEART OF A SELKIE”:
  1. Havet – The Ocean
  2. Trettanda Nátt – Epiphany
  3. Verð Mín – Be Mine
  4. Uden Herren opholder vort hus og gård – Wedding
  5. Slør – Veils
  6. Vøgguvísa, ein kópakona syngur – Lullaby
  7. Når jeg betænker den tid og stund – Dream
  8. Salt – Salt
  9. Elskaði – My Beloved
10. Jeg vil mig Herren love – Return
11. Lat meg – Let Me

Mítt val í sendingini Kvørnin:
Eg valdi júst lagið “Verð Mín”, tí her fær lagið júst tað rætta elementið, har Kópakonan stendur og verður eitt við sín og har ein kann merkja tónleikin onkursvegna fylgja upp.

Vit verða onkursvegna tikin við inn í hetta kensluliga, sum Eivør fær upp í eina hægri eind.
Stjørnur:

Ein kann so spyrja, um Eivør er meira ein “preformari” heldur enn útgevari, men har er mín greiða niðurstøða, at hon megnar bæði til UG!

Júst tí fekk hon 6 av 6 størnur frá mær fyri útgávuna “AT THE HEART OF A SELKIE”, tí hon aftur her hevur megnað at leggja eitt gott verk úr hondum og fingið góðan styrk aftur at sær.

Fríðálvur A. Jensen

Her er ein leinkja til sendingina: http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/02/04/kvrnin-ummlir-heart-selkie#.VrdAo4_XK70