
Undir hesum heiti skipar Arkitektafelag Føroya um vikuskiftið fyri árligu arkitekturardagarnar, sum verða hildnir í Havn.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, setir Arkitekturdagarnar fríggjadagin kl. 16 í Reinsarínum í Tórsgøtu.
Leygdagin kl. 15 verður temafundur um arkitekturpolitikk og sunnudagin kl. 15 verður temafundur um landsplanlegging.
Eisini verður skipað fyri rundvísing leygardagin og sunnudagin kl. 17 í kommunuskúlanum, har greitt verður frá kollegiubyggingini her hjá Bústaðir.
Samstundis vera eisini framsýningar í Reinsarínum í Tórsgøtu og í Tilhaldinum í gamla tekniska skúla í Steinatúni.
Á temafundinum um arkitekturpolitikk verða fyrilestar hjá Henrik Stjerneholm, fyrrverandi býararkitekt í Vejle, Ole Jensen, arkitektur á Landsverk, og Biritu Wardum, býararkitektur í Havn. Tosað verður um arkitekturpolitikk yvirhøvur, arkitekturpolitikk fyri landið, og um kommunalan arkitekturpolitikk.
Á temafundinum um landsplanlegging verða fyrilestrar hjá Jesper Pagh, stjóra í danska arkitektafelagnum, Ólavur Jóanesarson Hansen, løgfrøðingur í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Tróndur Leivsson, stjóra á Búnaðarstovuni, Kári Mortensen, deildarleiðari innan orku á Umhvørvisstovuni, Suni Petersen, deildarleiðari innan Vernd á Umhvørvisstovuni og Gunvør Balle, VisitFaroeIslands. Tosað verður um donsku planlógina, býarskipanarlógina, heildarætlan fyri landbúnaðin, heildarætlan fyri orkuútbygging, náttúru og náttúruvernd og ferðavinnu.
Í Reinsarínum verða sýndar fram kappingarnar um Nordic Built Cities í Runavík, Mentanarhúsið í Klaksvík og skúlan á Fløtum. Her verður eisini sýnt fram úrslitið av arkitekturverkstovuni fyri fólkaskúlanæmingar, sum hevur verið í vikuni.
Í Tilhaldinum verður sýnt fram úrslitið av kappingini um nýggja kirkju á Argjum.
Øll tiltøkini er almenn og ókeypis.