Nær verður kunngerðin um friðing av fiskileiðum, lagað til
Fyrispurningur til Johan Dahl: Nær verður kunngerðin um friðing av fiskileiðum, sum varð lýst í summar, lagað til?
Viðmerkingar:
Tá kunngerð nr. 94 frá 4. juli 2011 um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum v.m. var lýst, boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann beinanveg saman við utróðrarmonnum, Havstovuni og umsitingini í Fiskimálaráðnum fór at tillaga kunngerðina soleiðis, at leiðir inni við land, har góður fiskur er at fáa, aftur fóru at verða opnaðar fyri fiskiskapi við línu.
Heystið er vanliga frægasta tíðin at royna hjá smábátum. Men lýsta kunngerðin ger tað trupult hjá smábátum, sum rógva út við línu, at fáa rakstur í, tí teir sleppa ikki at leiðum, har góður fiskur vanliga er hesa árstíðina.
Stongdu leiðirnar gera hinvegin í fleiri førum, at bátar verða riknir á leiðir, har bara smáfiskur er at fáa.
Gamalt var, at ein góður útróðrardagur kann bjarga vikuni, ein góð vika kann bjarga mánaðinum, og ein góður mánaður kann bjarga árinum hjá útróðrarbáti.
Nú besta útróðrartíðin á árinum stundar til og landsstýrismaðurin hevur havt góðar stundir at eftirmeta kunngerðina, hevur tað stóran týdning at fáa hana tillagaða sum skjótast. Tí hesir spurningar.
1. Nær verður kunngerð nr. 94 frá 4. juli 2011 um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum v.m. broytt?
2. Á hvørjum leiðum, sum eru stongdar fyri línu eftir galdandi kunngerð, fer at verða loyvt at royna við línu, eftir at hon verður broytt?
Á Løgtingi, 20. september 2011
Bjørn Kalsø