Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nær koma reglur, ið tryggja oljutangar hjá vinnu og privatum húsarhaldum

Hin 2. Mars í 2016 setti eg landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum ein munnligan fyrispurning um, nær hon ætlaði at gera reglur, sum tryggja, at oljutangar hjá vinnu og privatum húsarhaldum verða skiftir vegna aldur fyri at forða ógvusligari dálking í nærumhvørvinum. 

Hin 12. apríl svaraði landsstýriskvinnan, at hon fór at gera reglur um hetta, og onnur krøv at fyribyrgja dálking í nærumhvørvinum, at galda frá 2017. Og at hon fór at kanna politisku undirtøkuna fyri at gera eina skipan við ávísum fíggjarligum stuðli í sambandi við oljutangaskiftið.

Enn hava vit einki hoyrt um slíkar reglur, hóast 2017 nú er komið.

Vit hava seinastu tíðina upplivað fleiri stórar dálkingarskaðar av lekum frá vinnu og privatum oljutangum, og upptakið hevur verið bæði umfatandi og dýrt, og árinini ógvuslig fyri nærøkið og tey, sum eiga tangarnar. 

Tí havi eg nú valt at seta landsstýriskvinnuni ein nýggjan fyrispurning um málið eftir § 52a í tingskipanini fyri at kanna, um landsstýriskvinnan hevur sett gongd á málið, og fyri at vita, nær vit kunnu vænta reglur á økinum. 

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður