Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nær fáa vit betri íbúðarviðurskiftir?

Eg sakni, at vit frá politiskari síðu fáa gjøgnumført ein meira skipaðan familjupolitikk, serliga við atliti til okkara búðstarviðurskifti og við tí endamálið at vit øll skulu liva her í landinum og serliga í okkara kommunu.

Tí má kósin setast ímóti at verja okkarar dýrabæra, tað er jú familjan, børnini og eitt nú góð búðstaðarviðurskifti.

Sum støðan er í dag, hava barnafamiljurnar tað sera trupult og fólk velja tíverri at flyta úr Tórshavnar kommunu. Serliga einsamallir uppihaldarar velja at flyta. Ein av mongu orsøkum, til hesa flyting er, at útreiðslurnar er ov høgar til at búðleikast í okkara kommunu er tað ov kostnaðarmiki til at seta búgv.

Tey sum leiga eru ikki javnsett við onnur. Somuleiðis hava vit ikki alternativar íbúðarmøguleikar til øll. Eitt nú við lutaíbúðum og aðrar alternativar íbúðar møguleikar. Íbúðarstuðul hava vit slett ikki.

Barnafrádrátturin er eisini ov lágur, samanborið við onnur vælferðasamfeløg og kommunur rundan um okkum. Eitt nú eru systkinaavslátturin og barnafrádrátturnar ymiskur um alt landið. Somuleiðis er eingin umsorgarnar dagur til børn okkara, tá ið tey eru sjúk.

Vit hava fingið búðstaðarpakkan ígjøgnum politiskt, men hann virkar ikki.

Búðstaðarpakkin er komin ígjøgnum politiskt, eftir at hann hevur verið í tinginum í ein mansaldur. Framvegis eru ymiskir snøklar, sum gera tað tørført hjá Húsalandsgrunninum, at føra henda pakka út í lívið, tí forðingin er aftur hjá landsins mynduleikum, sum ikki finna útav at smiða lógir, so tær eru til gavn fyri okkum øll. Alt hetta, meðan fólkið bløðir og serliga stakir uppihaldarar sum velja at flyta úr okkara kommunu og av landinum.

Orsakøkin til hesa fráflyting, er av høgum útreiðslum til húsarhaldini, vánalig búðstarviðurskifti og ongan íbúðarstuðul. Eisini ógjørligar fíggingar møguleikar, til at seta búgv til seg sjálvan og familjuna!

Hetta rakar barnafamiljurnar sera hart og serliga stakar uppihaldarrar, sum ongan møguleika hava fyri at búðleikast her, og eru hart raktir.

Um vit skulu hava fólk, at vera verandi á klettunum og at fáa fólk at flyta aftur til landið og til okkara kommunu, ja so má okkurt gerast beinavegin frá politiskari síðu, har bæði land og kommunur spæla við.

Okkara grannalond føra góðan familjupolitikk og kunnu harvið kallast eitt vælferðasamfelag.

Í okkarar grannalondum, eitt nú i Danmark, Svøriki, Norra og Íslandi. Eru møguleikar fleiri ferðir betri enn hjá okkum og hóast vit ikki kunnu samanbera okkum heilt við tey. Tí tey hava fleiri inntøkumøguleikar, til at halda vælferðini uppi og eru ørðvísi á aðarar mátar.

Men vit kalla okkum jú fyri eitt vælferðasamfelag – men eru vit tað?

Eitt nú, kann ein familja leiga alt lívíð, uttan at vera koyrd út á gøtuna eitt nú í Danmark. Tey sum leiga fáa eisini íbúðarstuðul har. Tað almenna stendur eisini aftan fyri, við at har eru betri fíggingar møguleikarnar og Danmark gevur eisini íbúðarstuðul.

Í okkara grannalondunum, kann ein familja eisini fáa grundøkir til leigu, fáa bílíg sethúsalán til stakar uppihaldarar.

Serliga lutaíbúðir, sum tú kanst fáa eitt nú í Danmark, har tú kanst búgva alt lívið, uttan strongd til teg og børnini. Hetta er eisini skilagóður familjupolitikkur.

Í okkarar grannalondum, fáa fólk við skerdum førleikum sera goðar sømdir til egnað búðstað.

Í okkara garnnalondum, hava sálarveik sera goðar sømdir og kunnu fáa egnar íbúðir ella lutaíbúðir.

Í okkara grannalondum hava støk og lesandi góðan lestrarstuðul og hava atgongd til lestraíbúðir við íbúðarstuðli.

Í grannlondum eru umsorgarnardagar og betri barsilsskipan til familjurnar.

Um vit skulu koma ájavnt við okkara grannalond innan vælferðina, má okkurt gerast beinavegin.

Vit skulu og noyðast at hava ein skipaðan familjupolitikk og sosialpolitikk við tí endamálið, at folk skulu støðast og hava møguleikar fyri at búgva og vera i hesum landid!

Eitt hevði bøtt uppá støðuna og tað er, at vit fáa gjøgnumført “búðstarpakkan” ordligani so Húsalandsgrunnurin kann arbeiða við sínum frálíku projektum og harvið fáa vit eisini betri fíggingar møguleikar. Tær forðingar sum nú eru mugu burtur.

Ræðumyndina kenna vit øll - hon er jú enn meira fráflyting frá okkara kommunu og okkara fíggindar eru tíverri vit sjálvið sum land og fólk.

Eitt er vist – vit hava øll krav uppá eitt gott familju lív og búðstaðararlív, tað skal eitt vælferðasamfelag sum vit kalla okkum - geva møguleikar fyri.

Levi Mørk

Valevni fyri Javnarðarflokkurin