Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NÆR ER HØGRASNARINGIN FULLKOMIN

Skrivað hevur Levi Mørk, býráðslimur:

Seinastu tíðina hava vit hvønn einasta dag sæð, hvussu samgongan spakuliga niðurlagar og eymýkir føringar. Tað sær út fyri mær, at mørk, virðing og sømiligheit er kveistrað til viks, meðan háðanin er sett í hásætið. Ikki nokk við at Jørgin Niclasen og løgmaður tala niðurlátandi um tey veiku, eldri fólk, men teir halda seg hava rætt til veruliga at gera tað, við teirra mantra, at vit mugu spara. Teir hava gloymt, at tey menniskju teir háða, er júst tey menniskju sum eiga lívið í hesum báðum fýrunum, og sum hava skapt tað samfelag, teir nú sorla.

Tað sama við teimum veiku borgarunum, teir so fegnir vilja hava av landinum, tí tey eru ikki, í teirra eygum, virðisskapandi, men bert til fortreð og plágan.

Flatskattin, sum bert fá ynskja, lata teir tey veiku gjalda. Flatskatturim verður nýttur til marglæti, niðurgjalding av skuld og uppsparing. Teir halda áfram at siga, at fólk fara at gear íløgur fyri henda penging. Tvætl.

Pensjónirnar taka teir frá okkara børnum, uttan himpr. Tilfongið, sum makrelurin er, verður latin fyri næstan onki til vinir og kenningar við røttum politiskum liti. Teir vilja ikki hoyra talan um at lækka MVG á neyðsynjarvørum, og gera tað møguligt at fáa bíligari íbúðir, tí teir vilja hava henda veika bólkin av landinum.

Yvirbráðið í teirra dumstoltu skon er so ræðandi, at eg, og flestu føringar hava alla grund til at óttast fyri framtíðini. Eg havi tosað við nógv sambandsfólk, og tey øtast. Tey fægstu eru greið yvir, at nýggja stevnuskráin hevur lítð og onki við sambandspolitikk at gera, og fyri at fjala veruleikan vendur løgmaður tjakinum burtur frá veruleikanum til líkaso veruleikafjart tos um ríkisfelagsskap.

Eg ivist í um løgmaður sjálvur stendur aftanfyri høgrufasitsisku snaringina í sambandsflokkinum, men eg kan sjálvandi gita hvør stendur aftanfyri. Tað er ongin munur í dag á politikki fólkaflokksins og sambandsflokksins. Fólkaflokksfólk eru har mann kundi vænta teir eru, men at sambandsflokkurin fór somu kós er nakað nýtt.

Til hetta býráðsvalið hevur so veljarin ein møguleika at vísa hesum monnum, at føringar ikki lata sær alt lynda. Formaður okkara hevur longu sagt, at arbeiða saman við fólkaflokkinum kemur ikki uppá tal, og tað er ein sjálvfylgja. At arbeiða saman við nøkrum, sum við síni fulla fimm, oyðileggja samfelagið, fólk, sum opi og fullkomiliga, uttan at skammast, geva til síni vinfólk og vælbjargaðu annars, við beinleiðis at taka frá pensjónistum, ungfólki, arbeiðsfólki, og annars øllum teimum teimum veiku. Og tilfongisgjaldið, sum kundi verði eitt gott íkast til okkum øll, fer sama veg. Um so sambandsflokkurin heldur áfram við sama politikki, er ongi samstarvsmøguleiki har heldur.

Øll mugu gera sær greitt, at hesin politiski ørðskapur kemur at halda fram, um tit, veljarin, ikki steðgar teimum. Hugsa tykkum til, um teir eisini fingu møguleikar at ávirka Tórshavnar kommunu. Tí hava tit nú ein gyltan møguleika at gera tykkara sjónarmið galdandi við hetta valið, og tað er altso neyðugt at tit gera tað.

Teirra hugsjónar- og menniskjaligu eginleikar hoyra ikki heima í hesum landi, teir kenna ikki til næstrakæleika og virðing fyri teimum eldru. Teir kenna ikki til hvat fólkið væntar av sínum umboðum, nevniliga at virka fyri øllum, og ikki bert teimum fáu. Nýtið tí høvi at steðga teimum, set krossin við Levi Mørk, javnaðarvallevni á Lista C á kommunuvalinum.