Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nær ásannar samgongan, at skattalættin ikki virkar sum ætlað ?

Framsókn hevur, í sambandi við flatskattauppskotið hjá samgonguni víst á, at skattalættin – soleiðis sum hann varð samansettur - ikki fór at kikkstarta búskapin stórvegis.

Undir viðgerðini í løgtinginum vístu vit á, at tað var rætt at geva høgu inntøkunum ein kappingarføran skattalætta, men vístu eisini á, at um lættin skuldi virka mennandi í búskapinum, so var neyðugt at hesin eisini koma at umfata miðalinntøkurnar og barnafamiljurnar.

Tí gjørdi Framsókn eitt broytingaruppskot til uppskotið hjá samgonguni. Vit mæltu til at barnafrádrátturin skuldi hækka við kr. 2000,- og at inntøkur millum kr. 175.000 og 400.000 skuldi fáa ein lætta, sum lá millum kr. 1350,- og 3050,- um mánaðin.

(Broytingaruppskotið sæst á heimasíðu okkara www.framsokn.fo )

Hesum loyvdi Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin ikki – hetta hóast at lættin var fult fíggjaður. Samgongan feldi okkara uppskot.

Uppskotið hjá landsstýrinum er bara ikki gott nokk.

Eftir okkara bestu sannføring og eftir nýggjastu tølunum frá Hagstovuni hava tær umleið 145 milliónirnar, sum higartil eru útgoldnar í ár, ikki virkað eftir ætlan. Tvørturímóti er forbrúkið á vanligum brúksvørum fallið.

Neyðugt er tí, at fíggjarlógin fyri 2013 ger rúm fyri at víðka um skattalættan soleiðis, at hann rakar breiðari og gevur miðalinntøkunum og barnafamiljum rúmari fíggjarligar ræsir. Hesum vil Framsókn virka fyri.

“Barnakekkur” í Tórshavnar Kommunu

Í Framsókn ásanna vit, at fólkatalið í Tórshavn minkar - einasti høvuðsstaður í Norðanlondum sum minkar. Orsøkirnar er allarhelst fleiri, men ongin ivi er um, at nógvar familjur í kommununi – ikki minst barnafamiljurnar - eru so hart kroystar fíggjarliga, at avgerðin um at flyta burtur verður umhugsað alla tíðina.

Hetta er eisini orsøkin til, at valevnini hjá Framsókn til býráðsvalið í november vilja, at barnafamiljur frá 1. januar, 2013 fáa ein munandi størri fíggjarligan styrk. Kommunali barnastyrkurin, sum í dag er kr. 5.500,- skal hækkast við kr. 6000,- soleiðis, at árligi barnastyrkurin framyvir verður kr. 11.500,- fyri hvørt barnið undir 18 ár.

Hetta kemur at kosta kommununi 28 mill - ella eitt knapt skattaprosent (eitt skattaprosent í Tórshavn er í dag knappar kr. 32 mill).

Barnafamiljur eru besta tilfeingið, sum kommunan eigur, og tí er sera umráðandi, at kommunan raðfestir við hesum fyri eyga. Eru roknskapartølini hjá kommununi røtt, so hevur kommunan ráð til hetta, men tað skulu vit koma nærri inn á seinni.

Stuðulin verður útgoldin undir heitinum “barnakekkur” og merkir hetta, at peningurin verður útgoldin uttanum skattaskipanina. Upphæddin skal fylgja barninum og koma tí til góðar. Tað ger ein frádráttur í skattinum hjá foreldrunum ikki í sama mun.

Ásanna mistakið

Stutt eftir at býráðsvalevnini hjá Framsókn boðaðu frá, at tey vildu hækka fíggjarliga stuðulin til barnafamiljur í Tórshavnar Kommunu, kom Fólkaflokkurin út við umleið sama vallyfti. Hetta er gott - og upp á tíðina.

Við tí skattapolitikki, Tórshavnar Kommuna hevur ført seinastu árini, kunnu vit undrast á, hví flokkurin hesi seinastu nógvu árini ikki hevur sæð ta fíggjarligu trongstøðu - sum børn og barnafamiljur í kommununi eru í.

Positivt er eisini, at Fólkaflokkurin við hesum ásannar, at flatskatturin ikki fekk ta ávirkan á búskapin, sum flokkurin stívrendur hevur hildið uppá. Tíðin er komin til at viðurkenna hetta og gera neyðugar broytingar. Tað kostar nakað meira – men ger allan munin.

Hesum vil Framsókn virka fyri – bæði á bygd og bý.

Poul Michelsen

Framsókn