Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Næmingakonsertir í Nes Sóknar Musikkskúla

Tvær konsertir týskvøldið:

Týskvøldið 21. mai hevur Nes Sóknar Musikkskúli tvær næmingakonsertir í Løkshøll.

Tann fyrra er klokkan 19:00, har næmingarnir hjá Tóra Restorff Jacobsen, Ann Kristin D. Hansen (Anki), Herluf Lützen og Nikolaos Kapnas spæla.

Tann seinna konsertin er beint aftaná - klokkan. 20:15. Tá spæla næmingarnir hjá Odduri Hentze, Moniku Stauss Joensen og Heðini Kambsdal.

Øll eru vælkomin á konsert. Tað kostar einki at koma inn.

Eisini ein konsert mikudagin

Mikudagin klokkan 17:00 hevur Nes Sóknar Musikkskúli aftur konsert. Hesaferð í bókasavninum við Løkin.

Tað eru næmingarnir hjá Katju Volovelskaja og Ken Jones, ið fara at spæla.

Øll eru eisini vælkomin á hesa konsertina. Ókeypis atgongd.