Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mytir og sagnir (2)

Úr bókini: Fra Moses til Paulus eftir H.J. Falk og B.B. Lillelund (Gjellerup) kunnu vit m.a. lesa niðanfyristandandi:

Søgnin um Syndaflóðina

Orðið syndaflóð er ein misskiljing av sintflod, sum merkir tað stóra yvirsvimjilsi. Vit hava eina babylonska frásøgn, sum niður í minstu smálutir líkist tí bíbilsku. Um tann bíbilska frásøgnin er eitt direkta lán frá Babel, ella um báðar hava felags keldu er undirordnað. Tað avgerandi er, at tað fremmanda tilfarið er sett ind í ein bíbilskan samanhang og gjørdur til tænara fyri tann bíbilska boðskapin.

Annars hevur tann enski arkæologurin Wooley í 1929 við útgrevstri í Ur konstaterað, at har hevur verið eitt katastrofalt yvirsvimjilsi í hesum umráðnum fleiri áratúsund f.Kr., sum fer okkum at tonkja upp á mytir og sagnir, sum her sjálvandi er talan um. Ábraham kom jú úr Ur, so hann mann óivað hava hoyrt fortalt um nevndu sintflóð: tað stóra yvirsvimjilsi.

Sodoma og Gomorra verða løgd í oyði

Søgnin um Sodoma og Gomorra roynir at prógva, hvussu Deyða Havið er vorðið til: tað kom av einum guðsdómi yvir teir báðar nevndu ógudiligu býirnar.

Geologisk týðir alt upp á, at Jordanáin í søguligari tíð altíð hevur runnið í Deyða Havið. Men tað er møguligt, at sunnari partur av havinum fyrst er vorðin til í eini seinri tíð við natúrkatastrofum, sum verandi søga rúmar eitt søgnlíknandi minni um. Arkæologiskar kanningar hava ikki givið nakað prógv fyri, at her einaferð lógu blómandi býir í hesum landsparti.

Søgnin um konu Lot er helst vorðin til sum frágreiðing um, hví ein saltsoyla í hesum ´forvitraða' fjallaumráðið hevði skap eins og eitt menniskja. Í ein útsynning frá Deyða Havinum kallar mann tann dag í dag eina uml. 12 m høga saltsoylu fyri "Lots dóttur". Umskapan av menniskjum til steinsoylur er annars eitt vanligt sagnevni.

Kanska kann eg við tíðini leggja fleiri sagnir og mytir út í miðlarnar, men best hevði verið, um fleiri sjálv søktu sær kunnleika um, hvat ið er hvat, tí eisini í hesum førinum hoyra og síggja vit bert toppin av ísfjallinum, og mong hava sera stóran áhuga í, at vit ongantíð koma at síggja ella hoyra meira, tí so kunnu tey til eina og hvørja tíð stýra okkum, sum teimum lystir.

Vitan er makt.

Dagfinnur Danbjørg.